Tá rættarfundurin móti fyrrverandi býráðsliminum, sum er ákærdur fyri heimildarsvik í sínum starvi sum leiðari á einum dagstovni, varð uppafturtikið í rættinum í dag, byrjaði Christian F. Andreasen, verji, við at heita á dómaran um at frídøma tann ákærda og vísa málinum frá sær.
Grundgevingin var, at ákæruvaldið síðani seinasta rættarfund er komið við einum rættaðum ákæruritið og verjin vil vera við, at broytingin í ákæruni er so ógvuslig, at málið eigur at vera avvíst og hin ákærdi frídømdur.
Upprunaliga ákæruritið ákærdi fyrrverandi býráðslimin fyri at hava givið ósanna kunning í samband við útfylling av lønarlistunum. Verjin vísti á, at um hugt var eftir fylgiskjølunum skiltist, at talan var um, at ákærdi hevði nýtt skeivar lønarkotur, tá lønarseðlarnir skuldi fyllast út.
Rættarfundurin í síðstu viku snúði seg eisini í stóran mun um lønarseðlarnir vóru rætt fyltir, og um rættar kotur vóru nýttar. Nú kemur ákæruvaldið við eini rætting, har dentur verður lagdur á, at ákæran snýr seg um, at ákærdi skal hava skrivað ov nógvar tímar, tá hann skrivaði lønarseðlarnar hjá sambúgvanum út.
Hesum vil verjin ikki finna seg í, og hann sigur, at ákæruritið verður broytt somikið, at dómarin eigur at fríkenna mannin og vísa øllum málinum frá sær.
Verjin vil vera við, at hetta minkar um rættartrygdina hjá tí ákærda, tí hann hevur fyrireika verjuna hjá manninum á tað grundarlag, at maðurin er ákærdur fyri at hava nýtt skeivar kotur. At broyta ákæruritið til einans at umfata tímatalið, er tí ólógligt, metir Christian F. Andreasen.
Hann vísir eisini á, at tað ikki er loyvt at broyta ákæruritið so grundleggjandi, eftir at dómsviðgerin er byrjað, og at avleiðingin av hesum eigur at vera, at ákærdi verður frídømdur.
Verjin róði fram undir, at ákæruvaldið hevði broytt ákæruritið, tí tað skilti, at ákæran um skeivar kotur ikki fór at vera nokk til at fáa mannin dømdan.
Ákærin vísti tó á, at maðurin alla tíðina hevur verið spurdur um bæði tímatal og kotur, so hann eigur ikki at gerast ovfarin av, at ákæran eisini umfatar uppgivna tímatalið. Ákærin vísti eisini á, at grannskoðaravirkið vísti til tímatal í síni frágreiðing. Harumframt metti hon, at verjin hevði havt rúma tíð at fyrireika sína verju til eisini at umfata upplýsta tímatalið og ikki einans koturnar.
Dómarin valdi, eftir at hava samráðst við verjan, at útseta viðgerðina av hesi kæruni frá verjanum, til eftir at málið var liðugt viðgjørt. Tí vóru endaligu framløgurnar í dag, eins og at eitt nýtt vitni var avhoyrt í málinum.
Dómur fellur komandi mikudag, men fyrsta punktið á skrá hjá dómaranum er so at taka støðu til kæruna frá verjanum, um hvørt málið kann ganga víðari, nú ákæruvaldið hevur broytt ákæruritið, ella um alt málið má vísast burtur og ákærdi møguliga frídømast.