Allan dag hevur verið bíðað eftir hvørja støðu Kristin Michelsen, Javnaðarfokkurin, hevur til uppskotið um at geva teimum samkyndu rætt at giftast.
Fyri løtu síðani mælti hann til, at málið verður beint aftur í trivnaðarnevndina, so nøkur viðurskifti verða kannað betur.
Bæði Kristin Michelsen og Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkurin staðfestu í teirra røðum, at tað tykist vera semja um at geva teimum samkyndu borgarlig rættindi - spurningurin er bara hvussu.
Heðin Mortensen segði, at ongin grund er at skunda málið ígjøgnum, men heldur brúka ta tíð, sum krevst fyri at fáa eina semju millum andstøðu og samgongu um málið.