Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, vil nú hava hava loyvi til at lata ólógligar spælisíðum á internetinum aftur, so at teldur í Føroyum ikki fáa atgongd til tær. Tað sigur hon, nú hon hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina fyri ítróttarvedding.
Hetta hendir í sambandi við, at danska spælilógin verður munandi broytt og av tí sama verður neyðugt at broyta føroysku lógina eisini fyri framvegis at tryggja okkum inntøkur til ítrótt, og til barna- og ungdómsarbeiði.
Í donsku broytingini fellur ásetingin burtur um, at ein ávísur partur av inntøkunum hjá Danske Spil skal fella til Føroyar og tí er vandi fyri, at føroyingar missa munandi upphæddir og tað hevði verðið til stótan ampa fyri føroyskan ítrótt og barna- og ungdómsarbeiði.
Av tí sama má ítróttarvedding fáa heimild at gera avtalur við aðrar veddingarfyritøkur.
Men fyri at avmarka skaðan vil Annika Olsen eisini hava Løgtingið at samtykkja, at hon skal fáa heimild at lata ólógligar spælisíður í internetinum aftur.
- Hetta hevði gjørt tað torførari at spælt hjá ólógligum útbjóðarum, og meira áhugavert at spælt hjá lógligum útbjóðarunum, sigur Annika Olsen.
- Hetta hevði eisini økt um trygdina hjá teimum, sum spæla.
Fleiri Løgtingslimir eru forvitnir eftir at vita, hvussu landsstýriskvinnan ætlar at bera seg at við at lata ávísar síður aftur, tí internetið er eitt fyribrigdi, sum ferðast um allan heimin.
Annika Olsen dugdi ikki at svara teimum upp á hendan spurningin.
Hon viðgekk, at hetta verður ein teknisk avbjóðing og, hvussu hon kann loysast, dugur hon ikki at siga enn.
Men hon vildi so í øllum førum hava heimildina.