Vil hava løgmann at hjálpa føroyskum krígsveteranum

Teir fáa hvørki nóg góða hjálp, ella nóg stóra viðurkenning

Aksel V. Johannesen, løgmaður, skal nú greiða frá, hvat hann ætlar at gera fyri at hjálpa føroyskum krígsveteranum

Føroyskir krígsveteranar, sum hava verið í altjóða tænastu, fáa ikki nóg góða sálarfrøðiliga hjálp, tá ið teir koma heimaftur.

Og nú vil Annika Olsen, uttanflokstingkvinna, hava løgmann at greiða frá, hvat hann ætlar at gera við tað.

Hon vísir á, at herfyri kom nevniliga fram, at av tí, at teir eru føroyingar, detta teir niður ímillum ta donsku og ta føroysku skipanina. Og sostatt fáa teir ikki ta neyðugu sálarfrøðiligu hjálpina, tá ið teir koma heim aftur.

Annika Olsen vil tí hava løgmann at greiða frá, hvat hann ætlar at gera fyri at hjálpa føroyskum krígsveteranum, og hvat hann annars heldur um tað, at føroyskir krígsveteranar ikki verða javnsettir

Løgmaður skal eisini greiða frá, hvat hann heldur um, at føroyskir krígsveteranar ikki kenna seg virðismettar í Føroyum og um hann fer at taka stig til eina almenna virðurkenning av tí arbeiði, sum føroyskir krígsveteranar gera í altjóða krígstænastu?

Annika Olsen sigur, at tað leggur eitt ómetaliga stórt trýst á eitt menniskja at fara í kríggj og nógvir av krígsveteranunum fáa  sálarligar trupulleikar av tí.

Hetta ávirkar ikki bara tann einstaka, ið hevur verið í kríggi, men alla familjuna, og tí er hetta eitt mál, ið eigur at verða tikið í størsta álvara.

Fleiri av føroysku krígsveteranunum vísa somuleiðis á, at teirra arbeiði er ov lítið virðismett í Føroyum.

- Verjumál er felagsøki, men í Føroyum hava vit ikki siðvenju, at almennu Føroyar viðurkenna tað arbeiði, sum føroyskir krígsveteranar gera í altjóða krígstænastu, staðfestir Annika olsen.