Vil hava øll fakfeløgini at semjast um lønarsteðg

?Skal avtala gerast ímillum fakfeløgini og landsstýrið um lønarsteðg, mugu øll tey 40 fakfeløgini á arbeiðsmarknaðinum verða við, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

Trýpartasamráðingar

? Eg taki fult undir við tankanum. Men ein fortreyt má vera, at øll fakfeløgini semjast fyrst.
Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, tekur fult undir við tankanum um at fara undir samráðingar ímillum fakfeløgini, arbeiðsgevarar og landsstýrið um kostnaðarstøðið í Føroyum.
Tað var eftir seinastu samráðingar, at formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag skeyt upp at fakfeløg og arbeiðsgevarar skuldu fara undir felags samráðingar við landsstýrið í eini roynd at lækka kostnaðarstøðið í Føroyum.
Arbeiðsgevarar hava dúgligaført fram, at kostnaðarstøðið í Føroyum er so høgt, at tað er ein álvarsligur trupulleiki fyri kappingarførið hjá vinnuni.
Ein stórur partur av hesum kostnaðarstøðinum eru lønirnar. Og endamálið við í ímillum fakfeløgini og arbeiðsgevarar øðrumegin og landsstýrið hinumegin, skuldi júst vera, at fakfeløgini bundu seg til at halda aftur við lønarkrøvunum og kanska enntá seta lønarsteðg í verk.
Men afturfyri skuldi landstýrið so binda seg til at lækka skattir og avgjøld, so at keypiorkan kundi veksa, hóast lønin stóð í stað.
Arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagi ð hava havt ein fund um málið fyrr í summar og ætlanin var at hittast aftur á fundi nú eftir summarfrítíðina.
À tí fundinum skuldi feløgini finna útav, um tað bar til at semjast um eitt felags útspæl til landsstýrið.

Øll mugu semjast
Bárður Nielsen heldur ikki, at tað er nóg mikið, at tað bara eru arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið , sum semjast um hetta.
? Skulu vit koma nakran veg á hasum økinum, verður tað neyðugt, at øll fakfeløgini í landinum taka undir við ætlanini.
? Og tað verður eisini neyðugt at øll fakfeløgini semjast um eitt felags útspæl til landsstýrið um lønarafturhald afturfyri skatta- og avgjaldslækkingar. Sostatt mugu tey velja eina felags samráðingarnevnd at samráðast við landsstýrið.
Tilsamans eru eini 40 fakfeløg í Føroyum á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum og landsstýrismaðurin vil altso hava, at tey øll at semjast um lønarafturhald afturfyri skatta- og avgjaldslækking, áðrenn slíkar samráðingar kunnu vera við Landsstýrið.
? Tað verður neyðugt at skipa allan arbeiðsmarknaðin í ein samlaðan bólk, sum landsstýrið kann samráðast við.
? Tað haldi eg er ein fortreyt fyri at fara undir trýpartasamráðingar, sigur landstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Hann heldur, at skal Landsstýrið samráðast við fleiri bólkar ar fakfeløgum um lønarafturhald, kann tað skjótt enda í einum ruðulleika.
? Í mai mánaða skal sáttmáli gerast ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar. Lat okkum siga, at tað endar við eini semju um lønarafturhald afturfyri skattalætta og avgjaldslækking.
? Spurningurin er so, hvat fer at henda í oktober, tá ið landsstýrið skal samráðast við øll fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, eitt nú Starvsmannafelagið, sum er nógv tað størsta felagið.
? Hvat hendir um fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki góðtaka semjuna við arbeiðarafeløgini? Hendir tað, fær landsstýrið ein veldugan trupulleika.
? Tað ber ikki til at gera serliga avtalu um skattalætta við arbeiðarafeløgini. Tí má ein avtala fevna um øll fakfeløgini, annars faraveldugir trupulleikar at taka seg upp, sigur Bárður Nielsen.
Hann leggur afturat, at hevði tað borið til at savna allan arbeiðsmarknaðin um eina slíka semju, hevði hann avgjørt verið sinnaður til at tosa um at lækka skattir og avgjøld, treytað av, at fakfeløgini afturfyri bundu seg til at halda aftur við lønarkrøvunum.