Vil hava øll børn og ung undir sama hatt

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur nú bjóðað kommununum at umsita alt málsøkið, sum hevur við børn og ung at gera, men so skal ein pengaposi við 40-50 milliónum í, fylgja við

Arbeitt verður nú við at leggja alt økið, sum hevur við børnini og tey ungu at gera, undir kommunurnar at umsita.

Tað er eitt økið, sum kostar minst 40-50 milliónir at umsita, umframt tað, sum kommunurnar longu nú betala.

Í løtuni liggur ein partur av økinum undir kommununum, men tað allarmesta liggur undir landinum.

Og Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum staðfestir, at tað sostatt mangan kemur fyri, at tað er ógreitt, akkurát, hvør umsitur hvat og tað ger umsitingina tórføra.

Sum støðan er nú, umsita kommunurnar barnaverndarstovuna og fosturforeldraskipanina, men landið umsitur restina, bæði stovnar til børn og ung, brekøkið og allar aðrar skipanir.

Tí vil hon hava alt økið, sum eitur børn og ung undir sama hatt, antin hjá landinum ella hjá kommununum.

Spurningurin hevur tí verið um landið skal yvirtaka barnaverndarstovuna aftur frá kommununum, ella um kommunurnar skulu yvirtaka alt málsøkið frá landinum.

Í hesum sambandi hevur Rósa Samuelsen spurt kommunurnar um tær eru áhugaðar í at yvirtaka alt málsøkið.

Í veruleikanum merkir tað, at alt økið skal undir barnaverndarstovuna, sum er ein felags kommunalur stovnur, at umsita, sigur Jóan Petur Hentze, aðalskrivari hjá Kommunusamskipan Føroya, KSF.


Kostar 40-50 milliónir

KSF hevur svarað aftur, at felagið er sinnað at taka samráðingar upp um at yvirtaka alt økið, men Rósa Samuelsen sigur, at Kommunufelagið hevur ikki svarað enn.

Í løtuni er alt hetta eitt økið, sum í løtuni kostar landinum góðar 40 milliónir at umsita. Men harafturat kemur so tað, sum kommunurnar sjálvar betala fyri Barnaverndarstovuna.

Í summum kommunum ivast tey í, um hetta er nóg mikið, tí sparingar eru settar í verk á økinum í seinastuni.

Tí er ein arbeiðsbólkur nú settur at útgreina alt økið, tey tilboð, sum eru í dag og, hvør tørvurin er.

Í tí arbeiðsbólkinum eru umboð fyri almannaráðið, Almannastovuna, barnaverndartænastuna, kommunurnar og aðrar viðkomandi partar.

Men endar hetta við, at økið verður lagt undir kommunurnar at umsita, verður tað í fyrsta lagi frá 1. januar í 2011.


Samhaldsføst skipan

Jóan Petur Hentze á Kommunusamskipan Føroya, sigur, at verður økið lagt undir kommunurnar, kann tað verða ógvuliga ymiskt, hvussu útreiðslurnar fella á teir ymsu kommunurnar.

Men hann sigur, at kommunurnar eru ógvuliga sinnaðar at finna eina samhaldsfasta skipan, har allar kommunurnar spjaða til, fyri at tryggja, at ongin kommuna kemur illa fyri fíggjarliga.

Hann sigur, at taka kommunurnar økið, vilja kommunurnar eisini fáa frælsi til at skipa aðrar stovnar enn teir, sum nú eru fyri at skipa raksturin effektivari.

Eitt nú eru øki, at stuðulsfólk eru, men har tað hevði verið skilabetri at skipa eina stovn ístaðin fyri.

Les eisini greinina: Vil sleppa undan at senda børn og ung av landinum