Fleiri av liðunum hava givið upp at spæla polerað fótbóltsspæl hesa ársins tíð og senda heldur langar bóltar fram á vøllin. Tað var eisini uppskriftin hjá OB, sum vann ímóti AGF sunnudagin.
- Tá ið tú koyrir bil, koyrir tú eftir umstøðunum, og soleiðis er eisini við fótbólti. Í dag spældu vit ov fáar langar bóltar fram á vøllin, segði OB-venjarin Lars Olsen eftir dystin.