UPPSAGNIR
? Fráboðaðu uppsøgnirnar hjá postverkstjóranum eru við til at niðurbróta stovnin, Postverk Føroya.
Hetta sigur Postfelag Føroya í brævi, sum felagið hevur sent landsstýrismanninum í Vinnumálum, sum varðar av postverkinum.
Nevndin og limir í Føroya Postfelag heita í brævinum á landsstýrismannin um skjótast at steðga uppsagnunum, sum postverksstjórin hevur fráboðað.
Felagið heldur, at tað er lítið heiðurligt av landsins myndugleikum at fara soleiðis við starvsfólkum, sum hvønn dag royna at gera sítt besta.
? Vit kunnu ikki góðtaka, at limir okkara eru gíslar í einum politiskum spæli, sum er við at avmakta stovnin.
Tað hevði verið meira sømuligt av myndugleikunum at komið greitt fram og sagt, hvør meiningin er við postverkinum. Er ætlanin at taka av Postverkið? spyr felagið, sum heldur, at tað sær soleiðis út.
? So er at fáa hetta gjørt yvir eitt avtalað áramál, heldur felagið.
Hinvegin vísir felagið á, at um ætlanin er at varðveita Postverkið sum tænastustovn, so hevur Postfelagið fleiri ferðir víst á loysnir, sum tillaga starvsfólkatørvin í samsvar við nútímansgerð av stovninum.
? Vit standa við okkara avtalur og eru framhaldandi sinnað at koma við loysnum, sum kunnu skapa eitt Postverk, sum gagnar øllum landsins borgarum, sigur nevndin í Postfelag Føroya í brævðinum til Bjarna Djurholm, sum eisini er sent Anfinn Kallsberg, løgmanni, Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, Heina O. Heinesen, formanni í vinnunevndini og øllum floksformonnunum.
Í nevndini í Postfelag Føroya sita Sunleiv Højgaard, formður, Agnar Bech, næstformaður, Hendrik Thomsen, kassameistari, Jákup Páll Mohr Mortensen og Elin Danielsen.