Vil hava Lagerbäck til norskan landsliðsvenjara

Norska venjaralegendan, Egil "Drillo" Olsen ynskir, at Lars Lagerbäck gerst norskur landsliðsvenjari

Tað hevur gingið stak illa hjá Noregi í HM-undankappingini higartil. Í fyrsta dystinum blivu teir settir uppá pláss av týskarunum, sum vunnu 3-0 á Ullevaal leikvøllinum í Noregi. Eftir tað upplivdi Noreg eitt lemjandi 0-1 tap ímóti Aserbaidjan, og í triðja dystinum á heimavølli ímóti San Marino stóð leingi illa til, áðrenn tað glapp ímóti dystarenda, og Noreg vann 4-1, aftaná eitt vánaligt leikligt avrik.

 

Tey trý vánaligu avrikini í HM-undankappingini hava fingið ilt í norsku ítróttarpressuna, og meir ilt í norsku landsliðsfjeppararnar, sum hava eitt rættiliga stórt sjálvforstáilsi. Tey krevja øll, at núverandi landsliðsvenjarin, Per-Mathias Høgmo leggur frá sær, sum norskur landsliðsvenjari.

 

Egil "Drillo" Olsen, sum førdi Noreg til HM-endaspølini í 1994 og í 1998 hevur sagt við norskar miðlar hvør eigur at taka við venjarastarvinum. Uppskotið hjá Drillo er svenska tjóðarhetjan í Íslandi, Lars Lagerbäck.

 

Lars Lagerbäck førdi Íslandi til EM-endaspælið í summar, har teir megnaðu at vinna seg í fjórðingsfinaluni. Í seinastu HM-undankapping førdi Lars Lagerbäck Ìsland til play off dystirnar, har tað tó kiksaði ímóti Kroatia.

 

Um Lars Lagerbäck sigur Egil "Drillo" Olsen: - Eg havi ógvuliga stóra virðing fyri Lars Lagerbäck. Um hann er inni í myndini hjá norska fótbóltssambandinum dugi eg ikki at siga. Men er venjarin teir eiga at seta í starvið, segði Drillo við norskar miðlar ígjár.