Mortan Berjastein, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, heldur, at Ingolf S. Olsen átti at umhugsað sína støðu, antin sum løgtingslimur ella sum skrivari hjá Føroya Fiskimannafelag.
Í stuttari viðmerking gevur hann til kennar, at hann metir tað vera ein trupulleika, at Ingolf S. Olsen bæði er tinglimur fyri Tjóðveldi og skrivari í Føroya Fiskimannafelag.
Hann vísir tó á, at hetta ikki er nakað, sum nevndin er samd um.
- Hóast vit í nevndini í Føroya Fiskimannafelag eru púra samdir í, at nýskipanaruppskotið sum fyriliggur, kemur at hava vanlukkuligar avleiðingar fyri limir okkara,so tykist ikki semja verða um at vit hava ein trupulleika av, at ein av Tjóðveldisumboðunum í Løgtinginum, framsøgumaðurin í fiskivinnumálum, Ingolf S. Olsen, er skrivari í Føroya Fiskimannafelag.
Hann heldur tó sjálvur, at talan er um ein so stóran trupulleika, at Ingolf S. Olsen átti at lagt frá sær áðrenn politiska viðgerðin av fiskivinnunýskipanaruppskotinum byrjar – antin sum løgtingslimur ella sum skrivari í Føroya Fiskimannafela, sigur hann.










