Vil hava Løgtingið at taka serkunnleikan av ræði

Í dag er uppskot lagt fyri Løgtingið um at gera tað lættari hjá sjúklingum í Føroyum at fáa heiivág við kannabis

Nú skal Løgtingið taka støðu til um ávísir sjúklingar í Føroyum skulu fáa lættari atgongd til heilivág við Kannabis, ella ikki.

 

Ídag hevur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, nevniliga lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera tað lættari hjá ávísum sjúklingum at fáa fatur á heilivági við Kannabis. Hann er eisini kommunulækni og hetta hevur leingi verið eitt hjartamál hjá honum og tá ið einki er hent á økinum, hóast hann hevur purra upp undir fleiri ferðir, leggur hann nú sjálvur uppskot fyri Løgtingið.

 

Í Danmark eru tey nú farin undir eina fýra ára royndartíð við kannabisheilivági og Jenis av Rana vil nú hava Løgtingið at samtykkja, at vit eisini skulu hava eina slíka royndarskipanina í Føroyum

 

Heilsufakligi myndugleikin, Landslæknin og Landsapotekarin, mæla annars frá at broyta skipanna og Sirið Stenberg hevur lovað at taka eina støðu í málinum

 

Men tað hevur drigið úr og Jenis av Rana sigur tí leggur hann nú sjálvur uppskot fyri Løgtingið um at at tað skal bera til hjá kommunulæknum at geva ávísum sjúklingum heilivág við kannabis, akkurát sum teir geva annan heilivág, soleiðis at sjúklingar í Føroyum fáa somu sømdir sum sjúklingar í Danmark.

 

Hann sigur, at í Danmark var heilsufakligi myndugleikin eisini ímóti at gera tað lættari hjá sjúklingum at fáa heilivág við Kannabis, men har hevur Fólkatingið tikið fakkunnleikan av ræði – og tað vil hann eisini hava Løgtingið at gera.

 

Jenis av Rana sigur, at tala er serliga um sjúklingar við sclerosu, krabbameini, og sjúklingar við varandi pínu. Men talan er eisini um sjúklingar við krabbameini og sum fáa kemoviðgerð ella stráluviðgerð, og sum mangan missa matarlystin og fáa ikki etið av tí sama.

 

– Mong av hesum sjúku stríðast við sjúkutekin, har vanligur heilivágur ikki hjálpir, umframt at tey hava svár hjáárin av vanligum heilivágum í teim stóru nøgdum, sum mangan skal til.