Stóra byggifyritøkan Skanska stríðist fyri at fáa fleiri kvinnuligar verkfrøðingar. Í tí svenska partinum av Skanska fáa leiðararnir eyka samsýning, hvørja ferð teir seta eina kvinnu í starv sum verkfrøðing, skrivar Industriens Dagblad.
Stjórin í tí dansa partinum av byggifyritøkuni, Jørgen Fjeldstad, sigur við blaðið, at deildin hevur júst sett 20 verkfrøðingar í starv. Av teimum vóru seks kvinnur, men málið er, at helmingurin skal vera kvinnur, sigur stjórin.
Byggivinnan hevur leingi verið mett sum ein vinna fyri menn, men hesa uppfatanina ætlar Skanska sær at broyta.