Tað hevur verið ein ávís fráflyting úr Sunda kommunu seinastu árini, men nú skal eitt miðvíst arbeiði gerast fyri at finna útav, hvat gerast kann fyri at fáa ungar familjur at búseta seg í kommununi og um tað ber til at fáa fólk at venda aftur til kommununa.
Tað sigur Heðin Zachariasen, sum á kommunuvalinum fekk eitt ordans herðaklapp frá borgarum í kommununi..
- Samstundis eru øll onnur eisini vælkomin, at búseta seg her, sigur Heðin Zachariasen.
Hann hugsar sær, at býráðið skal fara at spyrja fólk í kommununi, hvat vantar. Og fólk við øllum ymiskum útbúgvingum og royndum, høg sum lág, skulu hoyrast, sigur Heðin Zachariasen.
Betri skúlar
Eisini hevur hann sett sær fyri at virka fyri betri skúlaviðurkiftum í kommununi. Skúlaspurningurin er nógv frammi, nú arbeitt verður við at útbyggja Norðskála-Oyrar skúla.
Heðin Zachariasen droymir um, at skúlarnir í kommununu kunnu teljast millum teir bestu í landinum, so lærarar støðast, og aðrir góðir lærarar eisini hava hug at søkja um arbeiði á skulunum í Sunda kommunu.
Hann leggur stóran dent á, at øll, sum vald eru í býráðið, taka lut í arbeiðinum við at menna kommununa. Eingin ger slíkt arbeiði einsamallur.
- Eg vil gera alt fyri, at vit fáa eitt gott samstarv í kommununi, sigur Heðin Zachariasen.
Nývalda byráðið skipaði seg í seinastu viku við Heðini Zachariasen sum býráðsformanni.
Hini í nývalda býráðnum eru: Sonni Samuelsen, Hans David Dam, Asbjørn Djurhuus, Elias Hammer, Thordis Dahl Hansen, Trygvi K. Joensen, Ulla Joensen, Sofus Debes Johannesen, Eyðgerð Mørkøre Kruse og Magnus Pauli Dahl-Olsen.