Vil hava klokkuklárar mannagongdir

Tað er ikki rætt at summir borgarstjórar sleppa at at summir ikki sleppa?

- Vit skulu hava klokkuklárar mannagongdir fyri, um ein borgarstjóri sleppur at verða borgarstjóri og løgtingsmaður í senn.

 

Tað heldur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri.

 

Longu fyrsta dagin, Løgtingið var til arbeiðis, hevur sjálvstýrismaðurin reist málið á Løgtingi um borgarstjórar á tingi.  

 

Tí hevur hann nú spurt landsstýriskvinnuna á økinum, Sirið Stenberg, um hon heldur at tað er ein prinsippspurningur at allir borgarstjórar í landinum eru javntsettir.

 

- Heldur landsstýriskvinnan at talan er um javnbjóðis treytir, tá ið borgarstjórin í Tórshavn, og fleiri øðrum kommunum, eisini kunnu sita í Løgtinginum ímeðan borgarstjórin í Klaksvík, ikki sleppur, vil Kári P. Højgaard hava at vita.

 

Hann vil eisini hava at vita um Sirið Stenberg heldur at tað er ílagi, at borgarstjórar, sum eru settir fulla tíð, ikki samstundis kunnu sita í Løgtinginum, ella um hon ætlar at broyta nakað.

 

Kári P. Højgaard reisir spurningin nú fleiri borgarstjórar eisini sita í Løgtinginum, men partamaðurin hjá honum, Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, ikki sleppur, men noyddist at siga løgtingssessin frá sær.