Sunnunáttina vann hann við knock-out í 2. rundu á walisiska Enzo Maccarinelli, og harvið kom WBO-beltið afturat beltunum frá WBA og WBC, sum Haye longu var eigari av. Og nú vil bretin takast við riastóra Vladimir Klitschko í tungvekt. – Klitscko er ein skandala. Eg ætli mær at lyfta arvin eftir Lennox Lewis og rudda upp í rotna vektflokkinum, sigur Haye.









