Vil hava kinesiskt inn í føroyskan skúla

Føroyskir skúla­næmingar eiga at fáa frálæru í kin­es­iskum máli og kin­esiskari mentan, Bjarni Djurholm, for­maður í ment­a­n­ar­nevnd­ini hjá løg­tinginum

Bjarni Djurholm hevur nú reist málið um at fáa kinesiskt inn í føroyska fólkaskúlan og miðnámsskúlan.

Formaðurin í mentan­ar­nevnd­ini hjá løgtinginum hevur spurt Bjørn Kalsø, lands­stýrismann í ment­a­málu­­m, um hann er sin­n­að­ur at gera kinesiskt mál og kinesiska mentan til væl­lær­u­grein í 10. flokki og í mið­náms­skúl­unum.

Bjarni Djurholm staðfestir, at Kina er næststørsti bú­skapur í heiminum. Vøkst­ur­in er eini 10 prosent um árið, og um fá ár verður kinesiski bú­skap­urin størri enn tann am­er­i­k­anski.

- At Kina soleiðis er við at gerast búskaparliga lok­o­mot­ivið í heiminum merkist longu sum er. Flestu ásanna, at í næstum fer búskaparligi kraft­miðdepilin at liggja í fjareystri, og at Kina verð­ur nýggja íløgu- og fram­leiðslustórveldið, sigur hann.

- Henda gongdin hevur eis­ini við sær, at neyðugt er hjá okk­um í vesturheiminum at ogna okkum innlit og vitan um kinesiska málið og ment­anina, skulu vit til fulnar kunna gagnnýta teir møg­uleikar og klára avbjóðingarnar sum verða or­sak­aðar av broyttu bú­skap­ar­javn­vágini.

Grannar bjóða kinesiskt
Bjarni Djurholm sigur, at av somu orsøk eru alsamt fleiri miðnámsskúlar í granna­londu­num farnir bjóða kin­esiskt sum vallærugrein.

- Endamálið er, at næm­ing­ar­nir læra at lesa, tosa og skilja nútíðar kinesiskt, kall­að putonghua.

Hann sigur, at dentur verð­ur lagdur á lesingina og kynstr­ið at tosa málið á t.d. B-støði.

Skrivligt er minni part­urin, og er mest at rokna sum stuðul undir málsligu inn­læringini.

- Harumframt verður und­ir­víst í kinesiskari mentan og sam­fel­agslæru.

Bjarni Djurholm heldur, at skulu Føroyar verða virknar í al­heimsgerðini, eiga vit at læra av samtíðar gongdini og á besta hátt búgva okkum til kom­andi avbjóðingar og møgu­leikar.
- Hetta er ikki minst gald­andi á skúlaøkinum, har kin­esiskt eigur at vera eitt av val­f­akunum í 10. flokkunum og mið­námsskúlunum framyvir, sigur Bjarni Djurholm.