Vil hava Jonhard at taka orðini aftur

Sjúrður Skaale heldur, at hann er lagdur undir ymiskt av órøttum

- Har nógv orka verður brúkt, eru kenslurnar sterkar. Og tá kann vera so skjótt, at lopið verður framav.

 

Tað ásannar Sjúrður Skaale, sum hevur verið virkin í kjakinum um føroyska stavraðið.


Og hann vónar, at tað er hetta, sum er hent, tá ið Jonhard Mikkelsen skrivar grein her á info, um ætlanina at fáa Løgtingið at samtykkja, hvussu tað føroyska stavraðið skal vera.

 

- Jonhard Mikkelsen ákærir meg fyri valdsnýtslu, staðfestir Sjúrður Skaale.

 

- Tað er ikki hissini ákæra. Eg fari at biðja hann greiða frá hvat tað er fyri vald, ið eg havi misnýtt og hvussu tað er misnýtt. Kann hann ikki tað, fari eg at biðja hann taka orðini aftur, sigur hann.

 

Hann sigur at í hesum spurningi hevur hann einki vald og tí kann hann heldur ikki misnýta nakað vald.

 

Sjúrður Skaale heldur, at ein partur av tí, Jonhard Mikkelsen sigur, er eitt sindur ófrættakendur.

 

- Tað er altíð vandi á ferð, tá fólk halda sínar subjektivu meiningar vera vísindaliga rættar. Tá rínur kritikkurin ikki við. Tá steðgar kjakið. Tað endar demokratiið, sigur Sjúrður Skaale.

 

Les eisini greinina, Tín meining eru ikki vísindi, Jonhard, og síggj, hvørjar spurningar, Sjúrður Skaale hevur til Jonhard Mikkelsen

 

Les eisini: Eitt sjaldan skitið Bragd og síggj, hvat tað er, Jonhard Mikkelsen hevur skrivað.