Vil hava Jenis at flyta stórt mentanarhús sum skal vera í Havn

Tað er ikki pláss fyri at byggja tað í Havnini, sum ætlað, og um eitt ár verða 10-15 minuttir av Vaglinum í Havn inn á Skálafjørðin

 

 

Tað er ikki pláss fyri Tjóðleikhúsi í Havn og tí hevði tað verið rættast at bygt tað á Skálafjørðinum.

Tað heldur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Annars er tað avgjørt, at Tjóðleikhúsið skal vera á Skálatrøð í Havn. Men nú vil Bill Justinussen hava at vita frá partamanninum, Jenisi av Rana, landsstýrismanni í mentamálum, um hann umhugsa at byggja Tjóðleikhúsið á Skálafjørðinum.

Hann vísir á, at um eitt ár er tað 10-15 minuttir at ferðast úr Havnini, inn á Skálafjørðin, har tað er gott pláss at byggja Tjóðleikhús á.

Um eitt ár verður líka skjótt úr Havnini inn á Skálafjørðin, sum tað verður nógva staðni í Havnini, oman á Skálatrøð.

Tvørtur ímóti heldur Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, at talan kann ikki vera um annað enn at byggja Tjóðleikhúsið í Havn, tí tað er í Havn, at fólkagrundarlagið er til at fylla eitt Tjóðleikhús við fólki at hyggja at leiklist.

Jenis av Rana heldur, at tað er frægast at lata tann spurningin liggja í løtuni, men hann sigur, at vit eiga at vera opin fyri øllum møguleikum.

Jóhannis Joensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, heldur, at skal tað byggjast á Skálatrøð, verður neyðugt at leggja eina neyva ætlan fyri ferðsluni til og frá, og fyri parkeringsviðurskiftunum.

Annars sigur hann, at samgongan hevur sett sær fyri at halda fram við ætlanunum at byggja eitt nýtt Tjóðleikhús.

Ætlanin er at seta pengar av á fíggjarlógini til endamálið, men ætlanin er eisini at útvega fígging aðrastaðni frá.