Í sambandi við svarið frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, segði Ingolf S. Olsen, Tjóðveldi, at handfaringin av almennu pengunum, serliga í 2011, eigur at verða kannað.
At tað almenna slepti ræðisrættin á felagnum, heldur Ingolf S. Olsen ikki vera rætt og hann vildi hava at vita frá landsstýrismanninum um hann helt, at undanmaður hansara hevur røkt sína uppgávu til lítar.
Poul Michelsen svaraði, at tað er torført at gera metingar aftureftir, tí tíðin var øðrvísi.
-Tað er torført at greina út við nútíðar brillum, hvat hendi tá. Tað er ógvuliga torført, segði hann.
Ingolf S. Olsen helt, at sum eigarviðurskiftini eru nú, so er onki sum forðar fyri, at Norrøna gleppur føroyingum av hondum.
-Tað almenna hevur als ongan ræðisrætt á felagnum, sum tað hevur sett so nógvan pening í, segði Ingolf S. Olsen.
Jørgen Niclassen, Fólkaflokkurin, segði, at tað sjálvandi ikki var lætt, hvørki í 2008 ella í 2011.
-Ongin vildi koma við pengum - heldur ikki landið, so tað var kærkomið tá ið eitt partafelag kom við 30 milljónum og gott er, at tað nú gongur væl. Tað hevði ongin roknað við, segði hann.