Edmund Joensen spyr Helle Thorning-Schmidt og donsku stjørnina, um hon er sinnað at lata upp føroysku og donsku skjalagoymslurnar við skjølum frá fullveldissamráðingunum fyri 12 árum síðani. Hann metir, at hesi hava verið myrkaløgd øll hesi árini, tí myndugleikarnir ikki hava viljað givið innlit, tí hetta eru umsitingarlig skjøl, og løgtingsins umboðsmaður hevur givið viðhald í hesum.
Edmund Joensen er ivaleysur í, at okkurt nýtt hevði komið undan kavi, um almenningurin fekk innlit.
Men hví er metir hann hetta vera so umráðandi at fáa fram í ljósið?
-Vit kenna umrøðuna úr løgtinginum og hetta er eitt álvarsligt mál fyri føroyingar. Løgfrøðiliga er helst onki at koma eftir, tí løgtingsins umboðsmaður hevur givið myndugleikunum viðhald. Men hetta eigur ikki at vera eitt mál, sum almenningurin ikki kann fáa innlit í, og myndugleikarnir kunnu geva innlit, um teir vilja tað, og almenningurin eigur at fáa at vita í smálutir, hvat hevur verið á borðinum, metir folkatingsmaðurin fyri sambandsflokkin, Edmund Joensen.
Hann skilir sostatt, at løgfrøðiliga er onki at koma eftir, tá Umboðsmaðurin gevur myndugleikunum viðhald, men tað er ikki júst hetta, ið hann metir er umráðandi.
Politikkur
-Tað er so nógv annað í hesum málinum. Hetta er politikkur og ein dylir ikki politik fyri fólki. Heldur hinvegin, metir Edmund Joensen.
Væntar tú at nakað nýtt kemur fram, sum hevur almennan áhuga, um almenningurin fær innlit?
-Ja, tað vænti eg so avgjørt. Tað er tíð uppá at málið verður gjølla lýst, og óivað hevði ymiskt komið fram, sum vit ikki hava hoyrt áður, metir fólkatingmaðurin Edmund Joensen.