Endmálið við eini burðardyggari fiskivinnu má vera, at alt tilfeingi kemur til lands.
Tað staðfestir Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri.
Og nú vil hann hava Høgna Hoydal at skunda undir, at fáa føroyskir fiskimenn til eisini at føra livur og innvølir til lands, og ikki bara fiskin sjálvan.
Og Kári P. Højgaard heldur, at tað verður neyðugt at brúka bæði gularótina og pískin.
Í hesum sambandi vil hann nú hava landsstýrismannin í fiskivinnumálum at greiða frá um ætlanin er at taka nøkur stig fyri at fáa fiskimenn at taka fiskin til lands, blóðgaðan, men ókruvdan og í ísvatni.
Er tað ætlanin, vil Kári P. Højgaaard hava at vita um fiskimenn skulu tvingast til tað við lóg, ella um teir eisini skulu eggjast til tað, við at fáa onkran stuðul, ella við at fáa fleiri fiskidagar afturfyri.
Tingmaðurin fyri Sjálvstýrisflokkin staðfestir, at ætlanir um at fáa allan fiskin til lands, eisini høvd, livur og innvølir, hava verið frammi leingi
- Tað er langt síðani, at íslendingar, fóru at avreiða ókruvdan, væl blóðgaðan fisk í ísvatni við sera góðum úrsliti.
Hann ásannar kortini, at ávísar avbjóðingar eru tá ið talan er um fjarfiskiflotan.
- Grundgevingin er, at prísurin fyri livur, høvd og innvøl ikki er lønandi, tá tað er so langt at sigla og tí fer ein týðandi partur av fiskinum aftur í havið.
Kári P. Højgaard heldur, at verður tað eitt lógarkrav, at fiskurin skal avreiðast heilur, umframt at fiskimenn verða eggjaðir til tað við stuðuli, ella eyka fiskidøgum, kann tað skunda undir, at hetta verður sett í verk.
- Royndir hava víst, at daggamal, ókruvdur, men væl blóðgaður fiskur í ísvatni, er nógv betri enn annar fiskur, sigur hann.
Kári P. Højgaard sigur, at fyri einum ári síðani bleiv upplýst fæst trygd fyri rávøru av livur, og øðrum, sum í dag verður tveitt burtur, eru bæði maskinur og høli til taks.











