Vil hava heimild til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi

Landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum vil nú fáa heimild til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi og Hvítarusslandi

 

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, vil nú fáa heimild frá Løgtinginum til at seta revsitiltøk í verk ímóti Russlandi og Hvítarusslandi. Tí hevur hann nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja at geva honum heimild til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi. Hetta eru tiltøk, sum fevna um innflutning, útflutning, vøruflutning, tænastuveitingar og um tøkniligar veitingar - og eisini tøkniligan flutning.

 

Heimildin snýr seg eisini um at seta forboð fyri íløgum. Og somuleiðis vil landsstýrismaðurin hava heimild at leggja hald á ognir hjá russarum í Føroyum, bæði fastaogn og leysafæ, sum kann nýtast til at fáa pening, vørur, tænastur, og annað, til vega.

 

Í hesum sambandi hava tey russisku skipini, sum koma til Føroya, fingið nógva umrøðu. Eftir hesum verður ikki forboð ímóti teimum – men hetta kann fáa avleiðingar fyri tær tænastuveitingar, tey hava brúk fyri, tí tað kann verða forboð fyri at veita teimum nakrar tænastur.

 

Ætlanin er ikki, at føroyingar skulu seta sjálvstøðug tiltøk í verk, tí Jenis av Rana heldur, at tað er hóskandi, at vit skulu seta somu tiltøk í verk, sum Es setur í verk.  Men samtykkir Løgtingið uppskotið, kann Jenis av Rana kortini seta ávís tiltøk í verk av sínum eintingum, uttan at ES ger tað, bara tey eru innan fyri heimildina, hann fær eftir hesum lógaruppskotinum.

 

Men er talan um tiltøk, sum hava stóran uttanríkispolitiskan týdning, skal landsstýrismaðurin ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum.

 

Tað er hugsandi, at ES, og onnur lond, fara at samtykkja tiltøk, sum heimild ikki er fyri í hesum lógaruppskotinum. Men Jenis av Rana sigur, at hóast Løgtingið kanska aftur má viðgera málið fyri at víðka heimildina, eigur heimildin at verða avmarkað til ávís øki.

 

– Hetta kemst serliga av, at í ávísum førum kunnu avleiðingarnar verða so álvarsligar samfelagið, at Løgtingið eigur at samtykkja tað.

 

– Er eingin heimild í løgtingslógini fyri nýggjum tiltøkum, sum undirtøka er fyri í ES, ella í øðrum londum, kann uppskot eisini verða lagt fyri Løgtingið um at eisini at fáa heimild at seta tey í verk.

 

Seta føroyingar tiltøk í verk ímóti Russlandi og Hvítarusslandi, er tað ikki óhugsandi, at tey fara at seta móttiltøk í verk.

 

Hetta kann fáa avleiðingar fyri vinnuliga samstarvið við Russland, sum seinastu árini hevur verið næststørsti marknaðurin fyri føroyskar fiskavørur tí ein fjórðingur av okkara útflutningi av fiskavørum, fer til Russlands.

 

Annars heldur Jenis av Rana ikki, at tað er mótstríðandi, at vit seta hesi tiltøk í verk, samstundis sum at vit hava fiskiveiðisáttmála við Russland, so hann heldur fram. Hinvegin er tað heldur ikki óhugsandi, at stríðið harðnar, og at tiltøkini verða herd, og so kann alt henda.

 

– Í samband við tiltøk, ið kunnu fáa avleiðingar fyri fiskiveiðusamstarvi ímillum londini í Norðuratlantshavi, fylgir landsstýrið væl við støðuni hjá Noregi, tí teirra fiskiveiðusamstarv við Russland, líkist nógv okkara, sigur Jenis av Rana.