Kaing Guek Eav, sum var leiðari í einum fongsli hjá tí illa gitna Khmer-stýrinum í Kambodja, hevur biðið rættin geva sær ta harðastu revsingina, sum hann kann fáa fyri síni brotsverk.
Duch, sum hann vanliga verður kallaður, viðgekk undir avhoyringum í gjár, at tað kambodiska fólkið var fyri óhugnaligum lýðingum árini frá 1975 til 1979, tá Reyðu Khmerarnir stýrdu landinum. Sjálvur var hann leiðari í einum fongsli, har umleið 16.000 fólk vórðu illa viðfarin og síðani myrd.
Tann serligi dómstólurin, sum ST hevur skipað, skal nú fella dóm ímóti Duch, skrivar Reuters.










