SAMRØÐA
Tað loypir óivað ikki hvøkk á fólk, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki er nøgdur við viðurskiftini á arbeiðmarknaðinum. Og hann vil hava broytingar framdar. Millum annað fyri at verkføll ikki skulu koma so ofta fyri.
- Ongin vil pilka við tann grundleggjandi rættin at samráðast og at fara í verkfall, men við skipaðum viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum slepst undan, at fakfeløg at kalla skiftast um at fara í verkfall. Ein treyt fyri, at arbeiðsmarknaðurin virkar, er sjálvandi eisini, at fakfeløg virða ta friðarskyldu, sum er galdandi og ikki í tíð og ótíð hótta við ólógligum verkføllum.<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ Hetta er ein ótolandi óskikkur, ið ikki hoyrir framkomna samfelagnum til, sigur Bárður Nielsen
Sum ovasti fyri Fíggjarmálaráðið skal landsstýrismaðurin samráðast við 32 fakfeløg um sáttmála.
- Eins og við búskapinum hava vit brúk fyri einum reformi á arbeiðsmarknaðinum. Mítt uppskot er, at feløgini gera høvuðsavtalur, soleiðis at talið av sáttmálum minkar, sigur landsstýrismaðurin.