Vil hava greiðu á uppsjóvarvinnuni

Páll á Reynatúgvu til hava greiðu á, hvør og hvussu nógv skip hava veiðuloyvi í uppsjóvarvinnuni

Nógv kjak hevur verið um, hvussu uppsjóvarvinnan skal skipast, nú yvirskotið í uppsjóvarvinnuni er mett at økjast við 500 milliónum krónum árliga komandi 4-5 árini.

Í hesum sambandi hevur Páll á Reynatúgvu sett fyrispurning til Jacob Vestergaard fiskimálaráðharra um uppsjóvarfiskiloyvir. Fyrispurningurin skal svarast skrivliga sambært grein § 52a í tingskipanini.

Í viðmerkingunum skrivar Páll á Reynatúgvu, at stóra uppsjóvarríkidømið við Føroyar viðførir áhuga hjá nógvum at royna eydnuna og at hóast ovurstórar nøgdir av fiski, so er trupult at hava innlit í, hvussu flotin broytist ella tillagast broyttu støðuna.

Spurningarnir eru hesir:

1.    Hvussu nógv skip hava fiskiloyvi at royna eftir svartkjafti, og hvørji eru tey?
2.    Hvussu nógv skip hava fiskiloyvi at royna eftir sild, og hvørji eru tey?
3.    Hvussu nógv skip fáa fiskiloyvi at royna eftir makreli, og hvørji eru tey?
4.    Hvussu nógv nýggj uppsjóvarfiskiloyvir eru latin síðani 2010?
5.    Hvussu nógvar nýggjar umsóknir um fiskiloyvir eru móttiknar í       Fiskimálaráðnum?
6.    Hvaðani eru tær, býttar á sýslur?
7.    Hvat fer landsstýrismaðurin at gera við hesar møguligu umsóknir?