Vil hava greiði á sparingum

Hvussu nógv er spart í umistingini hjá landinum, nú alt eldraøkið er lagt undir kommunurnar?

Hvussu nógv hevur landið spart í umsiting, nú alt eldraøkið er lagt undir kommunurnar.

 

Tað vil Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, nú hava at vita frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.

 

Tá ið eldraøkið varð lagt undir kommunurnar, varð ført fram, at so fóru Almannamálaráðið og Almannaverkið at spara í umsiting.

 

Og nú vil Kári P. Højgaard hava greiði á, hvussu nógv fólk starvaðust í eldraøkinum, í røktini og í almennari fyrisitingini á økinum, áðrenn málsøkið varð lagt undir kommunurnar.

 

Og so vil hann eisini hava at vita, hvussu nógv starvsfólkini eru nú, og sostatt, hvussu nógv, starvsfólkahópurin hjá landinum á hesum øki, er minkaður.

 

- Ofta verður sagt, at tann almenna miðfyrisitingin bara veksur, og at tað ikki er nøkur sparing at leggja uppgávurnar kring landið, sigur hann.

 

Tí heldur hann, at tað er áhugavert at fáa at vita, um nakrar sparingar síggjast í miðfyrisitingini, tá uppgávan at røkja eldraøkið nú er lagt út í átta kommunal samstørv.