Vil hava greið boð frá Aksel V Johannesen

Nú má hann siga okkum, hvat hann vil

- Vit mugu fáa eini greið boð frá formanninum í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen

Tað heldur Bárður Nielsen, ein av máttmiklastu tingmonnum fyri Sambandsflokkin og formaður í fíggjarnevndini.

Hann sigur, at nú tað stundar til løgtingsval er tað framvegis ógreitt, hvønn veg, Javnaðarflokkurin ætlar sær at fara í viðurskiftunum við Danmark.

Aksel V Johannesen sigur, at ein møguleiki er at Javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin fara í samgongu. Men so má hann reka sambandspolitikk, tí hann fær ikki okkum at reka loysingarpolitikk

Hinvegin tosar hann eisini um eina samgongu við Tjóðveldi, men so má hann reka loysingarpolitikk, tí hann fær ikki Tjóðveldi at reka sambandspolitikk.

Tí sakni eg eina greiða fráboðan frá Javnaðarflokkinum um, hvønn veg hann ætlar sær, segði Bárður Nielsen í kjaki á Rás2.

Bárður Nielsen vísir á, at á seinasta vali misti Javnaðarflokkurin veljarar til Sambandsflokkin, og enntá eisini til Tjóðveldi.

 

Les eisini: Bjørt vil vera blákollut eftir næsta løgtingsval

 

Aksel V. Johannesen hevur fráboðað, at hann ætlar at snara Javnaðarflokkin inn aftur á sambandskós, eftir at undanfarni formaður kanska var meiri fullveldissinnaður.

- Samstundis verður dentur lagdur á, hvussu væl Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava samstarvað í andstøðu.

- Tí má Javnaðarflokkurin geva greið boð: Er hann ein loysingarflokkur ella er hann ein sambandsflokkur, sigur Bárður Nielsen.

 

Annars staðfestir hann, at hendan samgongan hevur ført sambandspolitikk, men á sosiala økinum hevur haltað. Men tað er eisini ein avleðing av, at vit hava verið í djúpari kreppu við halli á fíggjarlógini so vit hava ikki havt ráð til at raðfesta sosial øki.

- Men kortini hava vit økt játtanirnar til sosiala- og mentanarøkið einar 500-600 milliónir, sigur Bárður Nielsen.