Vil hava greiði á um Sirið Stenberg segði ósatt

Løgmaður nú kanna um Sirið Stenberg hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum

Hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í familjumálum, sagt ósatt fyri Løgtinginum, nú málið um at broyta hjúnabandslógina er til viðgerar.

 

Tað vil Joen Magnus Rasmussen løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú hava greiði á.

 

Og tað hevur hann nú biðið Aksel V. Johannesen, løgmann, kanna. Og er niðurstøðan, at Sirið Stenberg hevur sagt ósatt, skal løgmaður eisini greiða frá, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri landsstýriskvinnuna.

 

Tað er nógv umstrídda stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini, sum er eitt tað heitasta epli í føroyskum politikki í hesum døgum.

 

Eftir hjúnabandslógini kunnu hjún, sum eru borgarliga vígd, fáa hjúnalagið signað í eini kirkju. Tað er hetta, sum stendur í nógv umrødda stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini.

 

Men nú Løgtingð samtykti í fjør, at samkynd skulu kunna giftast í Føroyum, var tað ein treyt, at tað er eitt mál, kirkjan ikki skal blandast upp í.

 

Sostatt kann lógin um at samkynd kunnu giftast, ikki setast í gildi fyrrenn hjúnabandslógin er broytt, soleiðis at samkynd hjún ikki kunnu fáa hjúnabandið signað í kirkjuni.

 

Tí er uppskot nú lagt fyri Løgtingið um at broyta stykki tvey í grein 14 soleiðis, at hjún, sum eru borgarliga vígd kunnu lata sóknarprest signa hjúnalagið, um so er at kirkjan hevur eitt løggilt ritual til tað.

 

Í hesum sambandi er víst á, at kirkjan hevur onki ritual til at signa eini samkynd hjún. Og sostatt kunnu samkynd hjún ikki vælsignast í kirkjuni, fyrrenn kirkjan sjálv tekur avgerð um tað, og eitt ritual verður gjørt til endamálið.

 

Eisini landsstýrismálanevndi hevur viðgjørt málið fyri at vita, um løgmaður hevur borið seg rætt at í hesum máli.

 

Joen Magnus Rasmussen sigur, at løgmaður er komin til ta niðurstøðu, at stykki tvey í grein 14 í hjúnabandlógini varð yvirtikin longu í 2007, saman við fólkakirkjuni.

 

Hann sigur, at hinvegin upplýsti Sirið Stenberg í einum fyrispurningi frá Jógvan á Lakjuni tann 25. mai í fjør, at hjúnabandsmál er partur av familjurættarliga økinum, sum framvegis er felagsmál.

 

Eftir tí, Sirið Stenberg upplýsti tann 25, mai í fjør, er hjúnabandslógin sostatt framvegis eitt danskt málsøki, og tað eru tí danskir myndugleikar, sum taka avgerð um, hvussu víðari skal farast fram í hesum máli.

 

Hon segði eisini, at tiskil eru tað danskir myndugleikar, sum taka avgerð um, hvussu víðari skal farast fram í hesum máli, sigur Joen Magnus Rasmussen

 

 

Meirilutin í Landsstýrismálanevndini staðfestir, at sostatt hevur Sirið Stenberg sagt ósatt fyri Løgtinginum tann 25. mai í fjør, tá ið hon svaraði spurninginum frá Jógvani á Lakjuni.

 

Og tá ið Joen Magnus Rasmussen vil hava at vita um Sirið Stenberg hevur sagt ósatt, er tað tí, at samgongan vil hava Løgtingið at broyta grein tvey í stykki 14, so at samkynd kunnu sleppa at giftast í Føroyum.

 

Og hann vil samstundis hava at vita frá løgmanni, nær stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini er yvirtikin, um tað er fyri ella eftir 25. mai í fjør, tá ið Sirið Stenberg, svaraði spurninginum frá Jógvani á Lakjuni.