- Tað fyrsta, vit mugu hava fulla greiði á, er um suðuroyingar standa saman. Men tað hava vit enn ikki fingið staðfest, tí Tvøroyrar Býráð hevur framvegis ikki svarað.
Tað eru nú tvey ár síðani, at hugskotið varð fostrað um at gera eina vakstraravtalu fyri Suðuroynna fyri at venda negativu gongdini við minkandi fólkatali.
Men hóast so long tíð er gingin, er kanska ógreiðari enn nakrantíð, um nakað fer at spyrjast burturúr.
Tey allarflestu er samd um, at Suðuroy hevur stórar, bygnaðarligar trupulleikar at dragast við. Tað eru alt ov fá størv til fólk við útbúgving og tí er neyðugt at skapa fáa nakrar vakstrarvinnur á føtur, fyri at skapa nýggj størv.
Tað vóru Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur, ið skuldi stíla fyri arbeiðnum at gera vakstraravtaluna. Men síðani er Magni Laksafoss blivin landsstýrismaður.
Og í Sosialinum í gjár vóru teir samdir um, at nú lá bólturin hjá landsstýrismanninum í innlendismálum.
Men tað er Jacob Vestergaard ikki samdur í.
Hann , at upprunaliga hevði hann ikki skilt tað soleiðis, at tað frammanundan var neyðugt at seta ein grunn á stovn við 50 milliónum í til at fíggja tey vinnuligu tiltøk, sum skuldu setast í verk eftir vakstraravtaluni.
Tí hevði skilt tað soleiðis, at forkanningin skuldi gerast og síðani skuldi støða takast til, um tilmælini skuldi setast í verk.
Tí tvíheldur hann um, at málið tók eina nýggja vend tá ið hann á einum fundi í heyst fekk hann at vita, at tað var neyðugt at hava 50 milliónir tøkar í einum grunni beinanvegin.
- Upprunaliga skuldi landið og kommunurnar í Suðuroy fíggja hvør sína helvt. Men tað mettu kommunurnar seg ikki hava ráð til og tað endaði við, at borgarstjórarnir skrivaðu eitt viljunarskriv.
Jacob Vestergaard sigur at hann skilti viljunarskrivið so, at borgarstjórarnir váttaðu, at teir vildu arbeiða víðari við málinum og nú varð leisturin tann, at landið skuldi betala 40 milliónir og kommunurnar skuldu betala 10 milliónir.
- Tað var eitt nýtt uppskot, men umsitingin í innlendismálaráðnum metir, at tað er neyðugt, at bý-og bygdaráðini frammanunan binda seg til at taka undir við ætlanini og eru sinnaðar at betala sín part av teimum 10 milliónunum.
- Eg meti ikki, at tað ber til at fara víðari við málinum, fyrrenn vit fáa vissu fyri, at allar kommunurnar í Suðuroy eru samdar um tað
Allar kommunurnar hava svarað, uttan Tvøroyri og har liggur málið í løtuni, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at borgarstjórarnir kunnu ikki binda kommunurnar og tí er tað ein fortreyt, at bý-og bygdaráðini taka undir við ætlanini. Fyrrenn tað hendir, ber ikki til at fara víðari í viðgerðini.
- Eg havi kunnað landsstýrið um málið og havi boðað frá, at eg vendi aftur, tá ið kommunurnar hava váttað at tær taka undir við ætlanini.
- Vil størsta kommunan í Suðuroy ikki vera við, dugi eg ikki at síggja, at ætlanin kann setast í verk.
Hann tvíheldur um, at skal landsstýrið arbeiða víðari við málinum, krevst, at tey hava eitt ítøkiligt at viðgera. Tí leggur hann ikki málið fyri landsstýrið sum eitt ítøkiligt mál, fyrrenn allar kommunurnar hava váttað, at tær taka undir við málinum.
Hann heldur eisini at málið er broytt, tí upprunaliga lá í kortunum, at landið skuldi betala 25 milliónir, men nú er talan um 40 milliónir.
Jacob Vestergaard leggur afturat, at tá ið Løgtingið umrøddi spurningin frá Hergeir Nielsen um málið, vóru greið tekin um, at undirtøka er ikki fyri at seta pening av til endamálið, fyrrenn tað er greitt, hvat peningurin skal brúkast til.
- Tí er tað ein spurningur um vit koma víðari við ætlanini, soleiðis sum hon nú fyriliggur, leggur hann afturat.