Vil hava greið boð frá landsstýrinum um 50 metra hyl í Vági

Høgni Hoydal vil nú hava greitt at vita frá landsstýrinum, um ætlanin er at lata stuðul til ætlanina at gera ein 50 metra hyl í Vági, ella ikki. Tað fer hann at spyrja Helenu Dam á Neystabø um á tingfundi mikudagin.

Samgongan hevur alment boðað frá, at hon vil lata almennan stuðul til ætlanina, men síðani hoyrdist einki aftur.

Boðað varð frá, at uppskot skuldi leggjast fyri tingið um at lata stuðul, men enn er onki uppskot lagt fram

Tí vil Høgni Hoydal hava Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, at greiða frá, hvørjar fyrireikingar hon hevur gjørt í málinum og nær uppskotið verður lagt fyri Løgtingið.

Endamálið við hylinum er at geva okkara bestu svimjarum nøktandi venjingarumstøður.

Høgni Hoydal vísir á, at ein áhugabólkur í Vági hevur fyrireikað eina verkætlan við einum langhyli, men har ætlanin eisini er at skipa eitt heilsu- og vælveru tilboð til almenningin.

Men brúk er fyri nøkrum fáum milliónum í almennum stuðuli til ætlanina ?eitt tal upp á fýra milliónir er nevnt.

Ætlanin er at brúka avlopshita frá Sev-verkinum í Vági til at hita bæði hyl og høll og avtalað er gjørd við Sev um tað.