- Stríðið ímillum Tórshavnar Býráð og landsstýrið um útbyggingarnar í høvuðsstaðnum næsta ár, harðnar alsamt.
Tórshavnar Býráð spennir bogan so hart næsta ár, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kallar tað ábyrgdarleyst og vil hava landsstýrið upp í.
Men nú vendir borgarstjórin í Havnini kanónini við og krevur at fáa løgmann upp í.
- Eg fari at venda mær til løgmann, tí eg vil hava at vita um hann og landsstýrið annars, taka undir við Magna Laksáfoss, tá ið hann kallar okkum í Tórshavnar Býráð ábyrgdarleys, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
- Løgmaður hevur ábyrgdina av landsstýrismonnunum og tí mugu vit hava at vita, um løgmaður er samdur við landsstýrismannin í fíggjarmálum.
- Vísir tað seg, at Magni Laksáfoss bara talar egna vegna, kunnu vit arbeiða víðari við okkara ætlanum.
Heðin Mortensen vil kortini ikki siga um hann vil hava løgmann at geva Magna Laksáfoss eina átalu, tí tað er ikki hansara borð.
- Men vit mugu hava at vita hvørjum vit eru uppi ímóti, antin tað er Magna Laksáfoss einsamøllum, ella um tað er alt landsstýrið, sum tað er, leggur borgarstjórin afturat.
- Vísir tað seg, at landsstýrið er samt við Magna Laksáfoss, er tað ein nýggj støða og so eigur løgmaður at gera okkum havnarborgarum tað greitt og so vita vit, hvat vit hava at fyrihalda okkum til, sigur hann.