Vil hava greiðar reglur fyri sigling við ferðafólki

Vit mugu fáa reglur fyri ferðafólkasigling ímillum oyggjarnar við skjóttgangandi bátum, heldur Poul Michelsen

Tað verður neyðugt at fáa greiðar reglur fyri, hvussu tey, sum sigla ímillum oyggjarnar við skjóttgandandi bátum, skulu bera seg at.

 

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, nú Løgtingið fer at hava aðalorðaskifti um ferðavinnuna.

 

Hann sigur, at tað er ikki óvanligt, at útlendsk ferðafólkaskip, sum koma higar, kasta akker uttan fyri oyggjarnar, eitt nú úr Mykinesi, og seta sínar egnu. skjóttgangandi bátar á sjógv og sigla ímillum oyggjarnar.

 

Eisini hendir tað seg, at ferðafólkini verða sett í land og gera útferðir á landi, uttan at føroyskir myndugleikar, ella ferðasmiðir, á nakran hátt eru tiknir við upp á ráð.

 

– Tað er vanligt, at fyritøkur í ferðavinnuni og í sjóvinnuni fáa fyrispurningar frá ferðafólkaskipum, sum ætla sær til Føroya, her tey sjálvi ætla at skipa fyri útferðum við skjóttgangandi bátum og kajakkum frá skipunum.

 

Skipini spyrja, hvørjar reglur eru galdand, og um serlig loyvi eru kravd í sambandi við tílíkt virksemi í Føroyum.

 

– Svarið er einfalt: Vit hava ongar reglur, sum seta avmarkingar ella sum skipa hetta slagið av virksemi, sigur Poul Michelsen.

 

Hann sigur, at hetta er eitt øki, har tað er alneyðugt at lóggeva um, soleiðis at neyðug atlit verða tikin til umhvørvi, trygd og vinnu.

 

Í fyrstu syftu er tað neyðugt at tryggja, at neyðugar reglur verða gjørdar við atliti at náttúru og trygd. Í øðrum lagi er tað neyðugt at tryggja, at hetta virksemið ikki er kappingaravlagandi fyri ferðavinnuna í Føroyum, og í triðja lagi er neyðugt at tryggja, at neyðug tilbúgving er tøk, skuldu óhapp hent, sigur landsstýrismaðurin.