Vit eiga at fáa eina lóg um vaktarvirksemi í Føroyum. Tað heldur Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Men tað hava vit ikki og tí spyr hann nú Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, um nøkur ætlan er um at gera eina lóg um vaktarvirksemi í Føroyum. Og er tað ætlanin, vil hann eisini hava at vita, hvørjar treytir, ætlanin er at seta til vaktarfólk.
– Hóast vit í Føroyum hava lágan kriminalitet, hava vit, eins og aðrastaðni í heiminum, privat vaktarfólk, sum halda vakt við almennum og privatum bygningum, sigur Aksel V. Johannesen.
Men vit hava vit onga lóg um vaktarvirksemi, og harvið hava vit heldur ongar treytir fyri, hvørjar førleikar eitt vaktarfólk skal hava fyri at kunna røkja starvið.
Í Danmark er ein lóg í gildi um vaktarvirksemi, og hon sigur, at lógin at vaktarfólk skulu vera góðkend.
– Fyri at verða góðkend, skulu vaktarfólk hava reina revsiváttan, umframt at tey skulu lúka aðrar treytir.
Eitt vaktarfólk, sum hevur útbúgving í vaktarvirksemi, hevur skeið í at handfara ósemjur, og tað hevur eisini eina serliga vitan um, hvussu ein ber seg at í vandastøðum, har persónar kunnu vera til ampa fyri seg sjálvi ella onnur, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann heldur eisini at tað kundi verið áhugavert at kannað, um grundarlag er fyri at seta á stovn útbúgving ella skeið í vaktarvirksemi í Føroyum.