Vil hava greiðar linjur

Býtið av sildakvotuni hevur verið heldur flótandi við ymsum tonsatali ár um ár. Nú hevur landsstýrismaðurin skorið ígjøgnum og álagt eina fasta kvotu, og tað hóvar ikki øllum. Vinnan varð biðin um at hjálpa til við at býta kvotuna, men kom ikki til nakað úrslit, og tí mátti landsstýrismaðurin áseta eitt tonsatal

Sildakvotan hjá føroysku skipunum hevur verið býtt ymiskt í nøkur ár. Tað bar ikki til, helt Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum vildi hava greiðar linjur at ganga eftir. Nú er skorið ígjøgnum, og Fram II og Pelagos hava fingið tillutað eina kvotu, sum er størri, enn hon var í fjør, men samsvarar við partin, teir høvdu, tá býtt varð fyrstu ferð.

Í viðmerking til málið um søluna av Fram II og Pelagos, sum umrøtt varð í blaðnum i gjár, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at kvotabýtið fleyt, og hann tí vildi hava fastlagt ein býtislykil.

Í verandi býti hava Fram II og Pelagos hvør fingið tillutað eitt sindur minni enn helvtina av tí, nótaskipini hava fingið í part.

Á fundi, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevði við vinnuna, bað hann Reiðarafelagið royna semju um kvotabýtið. Men hann fekk tað svar, at vinnan kláraði ikki at koma til eina semju. So hann varð noyddur sjálvur at skera ígjøgnum og leggja eina linju.

Eftir at hetta býtið er gjørt, hava eigararnir av Fram II og Pelagos so selt skipini við fiskiloyvunum til JFK Trol í Klaksvík, sum ætlar at brúka tey til at útvega Nærabergi betri møguleikar at fiska svartkjaft. At JFK Trol so møguliga selur partar av loyvunum víðari, er nakað, sum landsstýrismaðurin ikki fær gjørt so nógv við, sigur hann. Hann hevur bara lógina at halda seg til, sigur Jørgen Niclasen. Og hon forðar ikki slíkum handli.

Hinvegin sigur Jørgen Niclasen, at tá hann hevði fund við gomlu eigararnar av Fram II og Pelagos, var einki, sum bendi á, at málið fór at útviklað seg, sum tað nú hevur gjørt.

Jørgen Niclasen sigur, at eigararnir av Pelagos hava søkt um innflutningsloyvi til eitt nýtt svartkjaftaskip. Men tann umsóknin er enn ikki liðugt viðgjørd í Fiskimálastýrinum. Har er annars bæði tekning og tilsøgn um fígging og tað heila, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Men nú hava menninir selt skipið, sum hevur fiskiloyvini, so ikki kann væntast, at hendan umsóknin nú verður viðgjørd víðari, skilst á landsstýrismanninum.

Í greinini í gjár varð sagt, at skipini í fjør áttu 1.100 tons hvørt. Her er misskiljing komin í, sum blaðmaðurin skal taka á sín kropp. Heildarkvotan hjá hvørjum skipinum var 1.667 tons av norðhavssild. Av hesum kundu tey 1.100 tonsini fiskast í norskum sjógvi. Umberi misskiljingina.