Vil hava greiða fráboðan um bileigarar

Sjálvstýrisflokkurin vil hava at vita um almenni myndugleikin miðvíst dúvar upp á at draga eina viðgerð út til málið er fyrnað fyri at tryggja sær, at landskassin sleppur undan at betala Spurningurin um at ein rúgva av bileigarum hava goldið ov nógv í mvg av bili sínum, verður nú reistur í Løgtinginum einaferð enn.

Tað snýr seg um, at øll, sum hava keypt bil í tíðarskeiðinum frá 1. mai í 1999 til 27. apríl í 2005, hava goldið ov nógv í mvg, tí mvg er eisini tikið av skrásetingargjaldinum.

Tað hava bæði kærunevndin og Føroya Rættur staðfest. Nú skal málið so roynast í Landsrættinum og tá ið tann avgerðin er fallin, er spurningurin um tað verður roynt í Hægsta Rætti, men so skal talan verða um prinsippmál og tað er støða ikki tikin til.

Tað er enn einaferð Sjálvstýrisflokkurin, sum aftur nú reisir málið.

Kári á Rógvi, tingmaður, sigur, at hann fer at reisa málið í einum skrivligum fyrispurningi til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Hann sigur, at hann fer at spyrja landsstýrismannin, hvørja støðu, almenni myndugleikin hevur til fyrningina.

Í hesum sambandi hevur tað verið ført fram, at mál, sum eru eldri enn fimm ár, eru fyrnað og at bileigarar sostatt ikki fáa pengarnar aftur.

- Hetta er ein spurningur um, hvussu landið fer við sínum borgarum í málum, har borgarin er fyri órætti.

Í hesum sambandi vil hann hava at vita um landið miðvíst spælir upp á at draga málið út til tað er fyrnað, ella um landið ætlar at virða úrskurðir frá kærumyndugleikum og gevur øllum somu viðferð, sigur Kári á Rógvi.

Hann sigur, at hann fer eisini at spyrja Jóannes Eidesgaard, hvørja áskoðan hann hevur til teir bileigarar, sum hava keypt bil uttanlands og Taks sjálvt hevur kravt mvg inn og har tað sostatt ongin bilasøla er at krevja ov nógv kravda mvg aftur frá. Tað sama ger seg galdandi í sambandi við bilasølur, sum eru givnar.

Floksfelagið og navni hansara, Kári P, Højgaard, er samdur um, at málið eigur at verða reist aftur og hann sigur rætt og slætt, at hann fer at fylgja málinum neyvt og hann fer eisini at forfylgja málinum heilt til tað ítarsta.

- Hóast talan er um eina katastrofala upphædd, halda vit, at tað hevur størsta týdning at allir borgarar verða viðfarnir eins og at teir fáa síni rættindi, sigur hann.