Landsstýrið skal velja eina nevnd at standa fyri arbeiðnum at fyrireika arbeiðið at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar.
Tað heldur ein av oddamonnunum í samgonguni, Christian Andreasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin um at seta eina nevnd at fyrireika arbeiðið.
Tað tekur samgongan ikki undir við og tískil feldi hon uppskotið tá ið atkvøtt var um tað. Tey í samgonguni taka undir við, at ein nevnd verður sett, men tey halda ikki, at tíðin er búgvin til tað, fyrr enn fleiri kanningar eru gjørdar, so at vit vita meiri um jarðfrøði, linjuføring, fígging, og annað.
Men hóast samgongan feldi uppskotið, er Christian Andreasen ikki samdur í, at tað er nakað at bíða við at seta nevndina.
– Landsstýrismaðurin í samferðslumálum eigur at fáa eina nevnd sum skjótast, tí so kann nevndin standa fyri arbeiðnum at gera allar tær neyðugu kanningarnar, sigur hann.
Hann stúrir fyri, at skal tað almenna standa fyri hesum kanningunum, fer tað at ganga alt ov seint.
Hann sigur, at talan er um umfatandi kanningar, og skulu vit yvirhøvur droyma um halda fram at bora til Suðuroyar tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, skal tað ganga skjótt við fyrireikununum.
Samstundis vísir hann á, at vit hava serfrøðina til taks í nevndini, sum stendur fyri Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum, og tað verður nógv skjótari og effektivari at lata tey standa fyri arbeiðnum at kanna Suðuroyartunnilin eisini.
Tí er tað hansara tilmælið til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum, og í fíggjarmálum, vit finna eina politiska semju um málið rættiliga skjótt.
Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, dregur á sama borðið. Men heldur enn at seta eina nevnd afturat, skjýtur hann upp, at nevndin í felagnum, sum ger Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin, eisini fer til uppgávu at projektera Suðuroyartunnilin.
Nevndin skal eisini fáa til uppgávu at loysa tað heilt stóru avbjóðingina í sambandi við Suðuroyartunnilin og tað eru trygdarviðurskiftini í einum so longum tunli. Tann nevndin hevur serkunnleikan og hann eiga vit at brúka, heldur hann.











