Vil hava fleiri sparingar

- Eg taki fult undir við, at tað fleiri almennar sparingar verða settar í verk.
Tað sigur Anfinn Kallsberg, løgtingsmaður og formaður í fíggjarnevndini.
Í morgun legði Jóannes Eidesgaard uppskot um fíggjarkarmin næstu árini fyri Løgtingið og tá ið tað hevur verið til viðgerðar í tinginum, verður tað lagt í fíggjarnevndina til víðari viðgerð.
Sum formaður í nevndini fær Anfinn Kallsberg sítt stóra orð at siga í teirri viðgerðini.
Men hann vil ikki gera tær stóru viðmerkingarnar enn.
- Eg fái onki sagt, fyrrenn tingið hevur viðgjørt málið og tað er komið í fíggjarnevndina, tí tað er ikki fyrrenn tá, at eg fái at vita, hvørjar tankar hinir nevndarlimirnir gera sær, sigur hann.
Hinvegin dylir Anfinn Kallsberg, at hann tekur fult undir við Fólkaflokkinum í hesum málið.
Og Fólkaflokkurin krevur, at skulu avgjøld leggjast á borgarar og vinnulív, skal tað almenna eisini spara meiri enn tað er lagt upp til í uppskotinum, sum varð lagt fyri tingið í morgun.
- Eg eri ein partur av uppskotinum hjá Fólkaflokkinum og eg fari sjálvandi at gera mítt til at fáa meiriluta fyri so nógvum av teimum sjónamiðjunum, sum gjørligt, sigur Anfinn Kallsberg.