Tórshavnar Býráð eigur at gera fleiri grønar íløgur næsta ár. Tað heldur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi og eisini floksfelagi hennara, Jógvan Arge, sigur, at áðrenn fíggjarætlanin fyri Tórshavnar Kommunu fyri næsta ár, verður endaliga samtykt, eigur býráðið at viðgera spurningin um at gera fleiri grønar íløgur í býnum, tí tað eru góð uppskot.
Eitt, sum Marin Katrina Frýdal vil hava býráðið at samtykkja, er at seta løðistøðir til el-bilar upp ymsastaðni upp í býnum. Hon vil eisini hava býráðið at byggja sjóvarhitan Yviri við Strond út, soleiðis at Ellis- og røktarheimið, Lágargarður, verður knýttur upp í sjóhitaverkið, sum hitt ellis- og røktarheimið, Boðanesheimið, er knýtt upp í. Har er nógv avlopsorka, sigur Marin Katrina Frýdal og hon vil hava býráðið at játta pening at kanna møguleikan fyri at knýta Lágargarð uppí hitaskipanina.
Men hesum tekur samgongan í býráðnum undir við. Tey halda, at tankarnir eru góðir. - Tað má vera ein uppgáva hjá SEV, ella onkrum øðrum myndugleika, halda býráðslimir.
Býráðslimir halda eisini, at tað er eitt gott hugskot at knýta Lágargarð upp í sjóhitaverkið hjá Boðanesheiminum, men at tíðin er ikki búgvin til tað enn. Tey siga, at Lágargarður er illa bjálvaður og annars má bygningurin kannast at vita hvat krevst fyri at fyrireika hann til sjóvarhita.
|