Danski Fólkaflokkurin fer enn einaferð at mæla til, at føroyingar og grøndlendingar taka størri lut í verjuni av danska kongaríkinum. Tað skrivar Ritzau í dag.
Tað er samband við nýggju frágreiðingina hjá verjuni um nýggja strategi fyri Arktis, at Danski Fólkaflokkurin hevur nevnt málið aftur.
Við Ritzau sigur Marie Krarup, talskvinna í verjumálum hjá DF, at føroyingar og grønlendingar skulu taka lut í Forsvarets Dag. Talan er um ein dag, har allir 18 ára gamlir menn skulu møta, so metast kann um teirra førleikar fyri at luttaka í danska herinum, umframt at upplýst verður um møguleikar innan herin.
- Tað vil tryggja, at fleiri grønlendingar og føroyingar fáa eina verjumálsliga útbúgving. Nøkur teirra fara kanska at halda fram í donsku verjuni, og kunnu gerast ein stórur vinningur fyri sjóverjuna, ið loysir fleiri uppgávur í arktiska økinum, sigur Marie Krarup við Ritzau.