Vil hava ferð á arbeiðið at flyta brandskúlan til Klaksvíkar

Løgtingslimur hevur illgruna um, at tey meintu einki við tað

Nær er ætlanin at flyta brandskúlan, sum er Við Áir, til Klaksvíkar.

Tað vil Elsebeth Meercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, nú hava at vita frá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu í undirvísingarmálum.

Hon segði, at tað var hugalig, tá ið fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Rigmor Dam upplýsti fyri Løgtinginum, at ætlanin var at flyta Brandskúlan við Áir til Klaksvíkar.

– Men í dag mugu vit staðfesta, at enn er onki hent í málinum, sigur løgtingskvinnan.

Og hon ivast eisini í um samgongan meinti tað í álvara, tí tað eru bara 300.000 krónur settar av á fíggjarlógini til at flyta skúlan til Klaksvíkar.

– Øll vita, at henda upphæddin fer ikki at halda, og meinti samgongan nakað sum helst við hesa flyting, so hevði hon sett fleiri milliónir av, og ikki bara 300.000 krónur, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Tí er honahugað í at fáa at vita, hvussu langt hesar 300.000 krónurnar í roynd og veru røkka. Hon vil eisini hava at vita, hvar í Klaksvík Brandskúlin verður, so at roykur frá honum ikki er til ampa fyri nakran, og somuleiðis vil hon hava at vita um lærararnir, sum eru við Áir, fylgja við til Klaksvíkar.

Og hon vil somuleiðis hava at vita um modellið maskinrúminum, sum verður brúkt til venjingar, eisini verður flutt til Klaksvíkar, ella um eitt nýtt modell skal gerast.