Vil hava føroyingar til Hetlands at rokka

Hetlendskur konsertfyriskipari og útvarpsvertur er so hugtikin at Gestum, sum vunnu Prix Føroyar, at hann vil sleppa at spæla teir í útvarpinum har

Fiskivinnustevnan

Sosialurin í Runavík: ABCD og Ironically Maiden.
Tað skerst ikki burtur, at nøvnini fáa okkum at hugsa um tvey av allarstørstu tónleikanøvnunum seinastu árini.
ACDC og Iron Maiden hava havt mong løg á hittlistunum. Men hesi bæði, sum eita ABCD og Ironically Maiden eru tað, bretar nevna ?Tribute Bands?: Tey eru orkestur, sum royna at líkjast upprunaligu stórnøvnunum mest møguligt.
Og júst hevi bæði ensku ?Tribute? -orkestrini verða tvey av høvuðsnøvnunum á eini rokk festival í Hetlandi í summar.
Í sambandi við fiskivinnustevnuna í Runavík, er Hetlendingurin, Marvin Smith, komin ta longu leið til Føroya at vera við á hetlendska básinum.
Og júst Marvin Smith er tann, sum fyrireikar konsertina.
Og hann vil fegin hava føroyingar at koma til Hetlands á rokkstevnu í summar.
Hetta er ein afturvendandi tiltak í Hetlandi at hava rokktónleikastevnu í Hetlandi og hon er í døgunum 19. og 20. juni, sum er fríggjakvøld og leygarkvøld.
Men tá ið ráðini ikki eru til at fáa upprunaligu orkestrini at spæla á stevnuni, mugu tey taka til takkar við eftirlíkninginum.
Men sambært Marvin Smith er tað heldur ikki so galið, tí hesi bæði orkestrini eru sera væl umtókt. tey eru von at spæla fyri stórum mannfjøldum.
Hann nevnir eisini at ABCD hevur vunnið eina kapping hjá tónleika sjónvarpsrásini MTV um at vera tað besta ?tribute? orkestrið í Evropa.
Og teir gera nógv burturúr, tí teir fáa enntá eitt stórt ljóðanlegg líka úr Glasgow.
Sjálv stevnan verður í einum stórum ítróttarhøll í Lervick og atgongumerkini eru bílig, tey kosta bara 200 krónur fyri bæði kvøldini. Umframt hesi bæði høvuðsnøvnini, verða eisini orkestur úr Hetlandi við á stevnuni og hvørt kvøld verða eini trý, fýra orkestur á skránni og hann væntar, at teir føroyingar, sum koma á stevnuna, fáa eitt frálíkt vikuskifti.
Og tað skuldi ligið væl fyri, tí sum kunnugt, siglur Norrøna til Hetlands.


Vil spæla Gestir
Marvin Smith er ikki bara konsertfyrireikari.
Hann er eisini sjónvarpsvertur á BBC- Radio Shetland, har spælir hann nógvan tónleik. Og nú hann er í Føroyum, hevur hann eisini lurtað eitt sindur eftir føroyskum tónleik.
Og hann dylir ikki fyri, at honum dámar avbera væl Gestir, sum vunnu Prix Føroyar farna vikuskiftið.
Eg fari at royna at fáa fatur á tónleiki hjá Gestum, so eg kann spæla teir í útvarpinum í Hetlandi, sigur Marvin Smith.
Hann ætlar eisini at royna at fáa samband við konsertfyrireikarar í Føroyum at vita, um møguleiki er fyri samstarvi.

Upplýsing er trupulleikin
Og nú vit høvdu ein hetlending hjá okkum, kundu vit ikki bara okkum at spyra hann, hvat hann heldur um tað, at tað ikki ber til at fáa ein litlan afturvið matinum umborð á Norrønu, ella ein sjuss í náttklubbanum um kvøldið.
? Tað, at onki er at drekka er ikki trupulleikin. Trupulleikin er, at vit ikki ikki fingu tað at vita tað frammanundan, hví tað er so. Trupulleikin er væntandi upplýsing. Vit eru ikki komin at drekka og trupulleikin er, at vit onki fingu at vita frammanundan.