Vil hava føroyingar at ferðast í Ísrael

Ferðavinnan í Ísrael hevur verið fyri stórum bakkasti, síðan stríðið við palestinar av álvara herdist. Nú royna ísraelar at fáa ferðavinnuna aftur á rættkjøl. Í hesum sambandi er ísraelski ferðavinnustjórin fyri Norðurlond í Føroyum, og hann heldur, at tað er trygt at ferðast í ávísum pørtum av landinum

Stjórin í ísraelsku ferðavinnuskrivstovuni í Norðurlondum er í Føroyum í hesum døgum og roynir at selja føroyingum, ið hava hug at fara til tað krígsherjaða landið, Ísrael.
Stjórin, sum eitur Nir Raz, hevur sjálvur tikið stig til henda túrin, og hann væntar, at føroyingar fara at taka væl ímóti tilboðum úr Ísrael.
? Ísraelar eru í eini sera truplari støðu í hesum døgum. Vit eru fyri álopi hvønn dag, og myndin, sum útheimurin fær av Ísrael, er kríggj, kravgongur, stríðsvognar og sjálvmorðsbumbur, sigur Nir Raz.
Hann vil tó vera við, at hetta er ein ov einstáttað mynd av landinum. Hann leggur dent á, at alt landið als ikki er merkt av krígnum, men at ávísir partar eru tryggir at ferðast í.
? Vit vilja fegin vísa umheiminum, at Ísrael hevur nógv at bjóða ferðafólki. Vit hava til dømis vakrar strendur, Deyðahavið og gestablíð fólk, sigur Nir Raz, sum er farin á reklamurundferð í Norðurlondum.
Hann vísir á, at seinni í ár hava fleiri bólkar bílagt ferðir til Ísrael. Hetta eru fólk úr øllum Norðurlondum, sum hava hug at ferðast Ísrael. Hann heldur, at hetta er eitt tekin um, at fólk kenna seg trygg við at ferðast til Ísrael, um man heldur seg til tey friðarligu økini.

Minkandi ferðavinna
Ferðavinnan í Ísrael er minkað við einum helmingi síðan støðan millum Ísrael og palestinar av álvara gjørdist spent. Tó hevur innanlands ferðavinnan tikið seg nakað fram, og hetta hevur við sær, at ísraelska ferðavinnan ikki er so meint rakt av stríðnum.
Nir Raz leggur sera stóran dent á, at teir palestinsku sjálvmorðsbumbufólkini ongantíð enn hava lagt seg eftir at raka ferðavinnuna í Ísrael. Tí kunnu ferðafólk kenna seg hampuliga trygg við at ferðast í ávísum pørtum av landinum.
? Ísraelar kenna seg mangan avbyrgdar frá framkomna heiminum, tí tosað verður um at boykott og handilsstongsul, men vit hava nógv annað at bjóða enn kríggj og sjálvmorðsbumbur, sigur hann.

Sharon er rætti maðurin
Nir Raz nýtti nógva tíð at greiða fjølmiðlafólk frá støðuni í landinum. Hann heldur, at Ariel Sharon er rætti maðurin hjá Ísrael í løtuni.
? Sharon ger tað besta,sum hann kann, fyri landið í júst hesi støðuni. Hann er tann besti maðurin hjá okkum í hesum døgum, tí vit eru fyri so grovum álopum, men eingin friður er tó í eygsjón, sigur Nir Raz, sum fyrr hevur verið í ísraelska herinum.
Hann heldur, at størsti trupulleikin er í palestinsku leiðsluni, sum stuðlar teimum felagsskapum, ið skipa fyri yvirgangsatsóknum ímóti Ísrael, sambært ferðavinnustjóranum.
Hann tekur undir við sjónarmiðum amerkanska forsetans, sum ikki heldur, at Yasser Arafat er rætti maðurin at leiða tað palestinska fólkið.
Hann vil eisini vera við, at ein stórur partur av tí peningaligu hjálparveitingini, sum verður latin palestinum úr Evropa og Vesturheiminum, als ikki fer til hjálpartiltøk men til onnur endamál.
? Vónandi fáa vit frið í landinum ein dag, men sum nú er mugu vit útihýsa palestinum úr Ísrael, tí sjálvmorðsbumbumenn sleppa ov lætt inn í landið.