Vil hava eina góða tíð

Millum tær mongu kvinnurnar, sum luttaka í Kvinnrenningini í dag, er Annika Olsen, landsstýriskvinna í Almannamálum.

 

Hetta er fyrstu ferð, at hon luttekur í Kvinnurenningini.

 

- Eg havi serliga fyrr luttikið í onkrum rennikappingum, men nú í seinastuni hevur ofta ikki ligið fyri hjá mær at verið við, tá Kvinnurenningin hevur verið. So eg gleði meg til at renna í dag, segði Annika Olsen, beint áðrenn hon saman við næstan 2000 øðrum kvinnu skuldi hita upp á Tórsbreyt.

 

- Eg renni dagliga, so eg havi sett mær fyri at klára at renna teinin innan innan einar 20-25 minuttir, men nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga,segði Annika Olsen og skundaði sær til felags upphitingina.