Vil hava ein serlækna til tey eldru

Vit mangla ein serlækna í landinum – og tað er til at undrast yvir, sigur løgtingsmaður

 

Tað er gott, at vit hava nógvar serlæknar í Føroyum – men tað er ein, sum manglar. Tað sigur Tordur Niclasen, sum hevur havt sæti á Løgtingi fyri Miðflokkin, sum varamaður fyri Bill Justinussen. Hesar dagarnar, hann fekk á Løgtingið í hesum umfari, brúkti hann eisini til at senda landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, ein fyrispurning, sum landsstýrismaðurin skal svara upp á seinni í hesum mánaðinum.

 

Tordur Niclasen hevur sjálvur verið leiðari á Ellis- og røktarheiminum í Eysturoy nógv ár, umframt at hann hevur verið leiðari í Roðanum, sum er eldrasamstarvið á Skálafjørðinum.

 

Og tað undrar hann, at eingin serlækni í geriatri er settur í starv í Føroyum. Ein serlækni í geriatri er ein serlækni í at viðgera sjúkur, ið serliga raka eldri. Tí vil hann hava at vita frá landsstýrismanninum at vita, hvørjar royndir eru gjørdar fyri at fáa ein serlækna í eldrasjúkum til sjúkrahúsverkið, og nær tað er væntandi, at ein verður settur í starv.

 

– Ein serlækni í eldrasjúkum er serkønur í at kanna, súkugreina og viðgera eldri fólk, bæði tá ið talan er um bráðneyðugar sjúkur eins væl at útgreina og at leggja endurvenjing til rættis, sigur Tordur Niclasen.

 

Hann vísir á, at mangan hava eldri fólk ymiksar sjúkur samstundis at stríðast við, sum krevja ymiskan heilivág samstundis.  Tí harmast hann um, at eingin serlækni í eldrasjúkum er í føroyska heilsuverkinum.

 

Hann minnir eisini Kaj Leo Holm Johannesen á, at í samgonguskjalinum stendur, at “Fleiri serlæknar verða settir, herundir eisini ein serlækni í eldrasjúkum.”