Bretski uttanríkisráðharrin, David Miliband, heldur, at altjóða samfelagið eigur at senda fólk til Zimbabwe at halda eyga við seinna umfarinum av forsetavalinum, sum verður har. Miliband segði í gjár, at altjóða og óheft eftirlit er tað einasta, sum kann tryggja, at umvalið verður rættvíst, og at báðir partar kunnu viðurkenna úrslitið.
Forsetaval var í Zimbabwe tann 29. mars, men sambært almennu valnevndini fekk hvørki av valevnunum tey neyðugu 50 prosentini. Valnevndin sigur, at Morgan Tsvangirai hjá andstøðuni fekk 47,9 prosent, og at Robert Mugabe, forseti, fekk 43,2 prosent. Andstøðan vil ikki viðurkenna tað úrslitið og heldur uppá, at Tsvangirai fekk meiri enn 50 prosent av atkvøðunum. Ósemjan um úrslitið elvdi til ófrið, og minst tvey fólk eru deyð, og umleið 500 særd í samanbrestum.