Vil hava Di Maria at lokka spælarar til United

Høvuðsvenjarin hjá Manchester United ger longu klárt til fleiri keyp í januar

Louis van Gaal, høvuðsvenjari hjá Manchester United hevur biðið Angel di Maria um at hjálpa sær at fáa fatur á fleiri stórspælarum, tá flytingarvindeygað letur upp aftur í januar 2015.

 

Tað er sera sjónligt, at Manchester United hevur tørv á dygdargóðum verjuspælarum. Nú vónar Louis van Gaal, sambært enska blaðnum, Daily Express, at Angel di Maria kann lokka fyrrverandi Real Madrid liðfelagan, Fabio Coentrao til Manchester United.

 

Enska blaðið, Daily Star veit eisini at siga, at ein kapping er farin í gongd millum Liverpool og Manchester United at tryggja sær brasilska verjuspælaran hjá FC Barcelona, Dani Alves, sum vorðin 31 ára gamal. Og tað steðgar ikki har, Manchester United ynskir eisini at fáa miðverjuspælaran, Gerard Pique hjá FC Barcelona aftur til Manchester. Ein tá blaðungur Gerard Pique hevði sáttmála við United, árini 2004 til 2008.