Vinstri bakkur hjá Chelsea, Ashley Cole, var fríggjadagin lagdur undir skurð, og væntandi ganga tríggir mánaðir, áðrenn brotni fótliðurin er í lagi aftur. Kortini vónar landsliðsvenjarin hjá Onglandi, Fabio Capelli, at Cole kemur so mikið væl fyri seg, at hann kann koma við til HM í Suðurafrika. Ongland spælir fyrsta dystin 12. juni, so har skal altso ganga skjótt við framgongdini hjá Cole, skal Capello fáa sítt ynski uppfylt.