Í Føroyum er so dýrt at hava telefon og internet, at vit kunnu spyrja um tað í veruleikanum ikki er ein eyka skattur.
Tað heldur Kristianna Winther Poulsen, sum hevur umboðað Sjálvstýrisflokkin á tingi í nakrar dagar ímeðam Kári P. Højgaard hevur verið burturstaddur.
Men nú hon sat á tingi í nakrar dagar brúkti hon høvi til at reisa spurningin um, hvussu dýrt tað er at hava telefon og internet í Føroyum, afturímóti øðrum londum.
Í hesum sambandi hevur hon spurt Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum hvat hann heldur at endamálið í grundini er við Føroya Tele.
Er endamálið við Føroya Tele at bjóða føroyingum telesamskifti fyri ein hóskandi prís, ella er endamálið, at hava so stórt yvirskot sum gjørligt, so at landskassin kann fáa vinningsbýtið, spyr hon.
Hon vil eisini hva at vita, hvat Johan Dahl heldur um, at tað er nógv dýrari at hava telefon og internet í Føroyum enn tað er í okkara grannalondum.
- Í Føroyum rinda vit ímillum tvær ferðir og átta ferðir so nógv fyri samskiftistænastur, sum tey gera í Danmark og í øðrum grannalondum, staðfestir hon
- Høgi kostnaðurin á samskiftis-tænastum er við til at gera føroyska gerandisdagin nógv dýrari fyri húsarhald, sum í dag hava tørv á bæði interneti, vanligari telefon og kanska fleiri fartelefonum, sigur hon.
- Fyri almennar stovnar og fyri privatar fyritøkur eru útreiðslur til samskiftis-tænastur ein tungur útreiðslupostur, og fyri útflutningsfyritøkur eru høgu prísirnir kappingaravlagandi, leggur hon afturat.
Hon vísir á, at í 2012 rindaði Føroya Tele landsstýrinum, sum eigur Føroya Tele, 30 milliónir krónur í vinningsbýti.
- Vit kunnu av røttum spyrja, um talan í veruleikanum ikki er um ein eykaskatt til Føroya fólk, heldur enn um ein natúrligan kostnað fyri neyðugar tænastur til privatu húsarhaldini, til almennar stovnar og til vinnulívið, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Hon vil eisini hava at vita um Johan Dahl ætlar Hevur hevur nakrar ætlanir um at skilja sjálvt telenetið frá samskiftistænastunum, sum Føroya Tele veitir
Hon heldur, at tað kundi skapt fortreytir fyri kapping og harvið lægri prísum.
- Telenetið, ið er ment fyri almennar pengar, skal vera líka atkomiligt hjá øllum fyritøkum, sum vilja bjóða út samskiftistænastur í Føroyum.
Hon heldur, at av tí at FT-net er ein partur av Føroya Tele, kann tað virka sum um at Føroya Tele hevur monopol og harvið kann tykjast at hava ein framíhjárætt til telenetið.
- Tí er ringt hjá øðrum fyritøkum at koma inn á marknaðin og at bjóða kappingarførar prísir, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Hon heldur, at telenetið eigur at verða skilt frá samskiftistænastunum hjá Føroya Tele.
- Vóru fleiri fyritøkur á marknaðinum, lækkaði kostnaðurin, sigur hon.
Hon nevnir sum dømi, at í Danmark eru fýra net-operatørar og yvir 100 telefeløg.
- Har er talan um fría kapping, og tí prísurin á samskifti so nógv lægri, enn hann er í Føroyum, sigur Kristianna Winther Poulsen.
|