Vil hava bann fyri vandamiklum vápnum í Føroyum

Hetta er ikki ílagi, sigur formaðurin í Føroya Politistafelag

Í Føroyum er tað lógligt at ogna sær vápn, sum eru lívshættislig og tað er eisini lógligt at útvega sær útgerð, sum eisini eru vandamikil vápn. Tað sigur Absalon Áargarð, formaður í Politistafelag Føroya.

– Og tað er ikki ílagi, skoytir hann upp í.

Løgtingið er í ferð við at gera ymsar broytingar í vápnalógini og tað høvið tekur formaðurin í Polistafelagnum til at heita á Løgtingið um eisini at gera aðrar broytingar í vápnalógini í sama viðfangi.

– Nú eg havi gjøgnumgingið vápnalógina aftur, havi eg varnast, at tað er lógligt at hava tað, sum verður nevnt tasarar og Stun Guns, í Føroyum, og tað haldi eg ikki er í lagi, sigur hann.

Tasarar er eitt tól, sum tú kann røra við fólk við og so fáa tey so kraftigan elektiskan stoyt, at tey smella til jarðar og fáa einki gjørt. Og Stun Guns eru revolvarar, har tú skjýtur eitt slag av pílum, við leidningi í, eftir fólki, og sum gevur teimum ein kraftigan, elektriskan stoyt, akkurát sum við tasarunum.

– Hetta er ikki nevnt í vápnalógini vit hava, og tað merkir, at tey eru lógligt at hava í Føroyum, sigur hann. Og nú Løgtingið er í ferð við at broyta lógina, heitir hann á Løgtingið um eisini at seta tað í lógina at banna tasarum og Stun Guns í Føroyum.

Absalon Áargarð sigur, at ein tasari og ein Stun Gun hava bara eitt endamál og tað er at skaða fólk og tí er eingin grund yvirhøvur til at vit loyva tí í Føroyumm sigur hann.

Eitt annað mál, tey í Politistafelagnum halda at Løgtingið eigur at avmarka, tað er rætturin til at ganga við stórum knívi.

– Vit taka sj´salvandi undir við, at fólk sleppa at hava stórar knívar, tá ið brúk er fyri tí, tað kann vera í grind, í slakti, ella tað kunnu vera handverkarar, sum hava brúk fyri stórum knívi. Men tað er eingin orsøk til at ganga við stórum knívi uppi á sær í náttarlívinum.

Hann sigur, at kemur løgreglan fram á fólk við tasaranum, Stun Guns, ella stórum knívum uppi á sær í náttarlívinum, fyri at taka eitt dømi, kann løgreglan ikki taka tað frá fólki.

Og tí vil hann hava løgregluna til at broyta hesi viðurskiftini, so at løgreglan kann leggja hald á tasarar og Stun Guns, og at løgreglan eisini kann leggja hald á stórar knívar, tá ið fólk ganga við teimum í ymsums tøðum, har tað einki er at brúka teir til.

Hann sigur, at enn hava tey ikki varnast, at tasarar, ella Stun Guns, eru í Føroyum, men hann heldur, at tað er frægast at binda um heilan fingur. Tá ið vit sita við trupulleikanum, er tað likasum í seinna lagi at gera nakað við tað, heldur hann.

Men hinvegin veit hann, at fólk hava bílagt sær stórar knívar á internetinum, og tað eru knívar, sum annars ikki vera brúktir í Føroyum, og sum kanska líka nógv eru eitt vápn sum teir eru eitt amboð.

Eitt annað, sum undrar formannin í Politistafelagnum, er at løgtingslimir loyva, at tað er loyvt at selja luftbyrsur í Føroyum, sum eru so kraftigar, at vil illa til, eru skotini lívshættisligt.