- Tað er ein bráðneyðugur tørvur á at vit fáa eitt baðiland og ein 50 metra langhyl í Havnini.
Tað heldur Bogi Andreasen, býráðslimur og fyrsti varaborgarstjóri í Havn.
Sjálvur er hann formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býrað og í hesum sambandi fer hann nú at taka býarætlanina fyri Tórshavnar Kommunu upp til nýggja viðgerð í nevndini.
Ein partur av hesi viðgerðini verður at kanna eftir, hvar í kommununi tað er høgligast at leggja ein 50 metra langhyl og eitt baðiland.
- Vit hava eina svimjihøll, men nú er Havnin blivin so stór, at hon nøktar als ikki tørvin longur. Talan er sostatt um ein tørv, sum tað heilt skjótt verður bráðneyðugt at ganga á møti, leggur hann afturat.
- Og tí er neyðugt, at vit nú fara at slóða fyri, so at vit kunnu bøta um umstøðurnar, sigur varaborgarstjórin í Havn.
Um tvey ella trý ár
Hann ásannar, at hetta eru ikki tvær íløgur, sum eru raðfestar í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2011.
Hetta er heldur ikki ein spurningur, sum er viðgjørdur í býráðnum sum so, hóast Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini, hevur nevnt møguleikan at ein langhylur verður gjørdur í Havn.
Hann sigur, at í býarætlanin er ein svimjihøll staðsett á Karlamagnusarbreyt, men har er eisini talan um ein 25 metra hyl.
Hinvegin ætlar Bogi Andreasen ætlar at fara undir fyrireikingarnar nú, so at baðilandið og langhylurin kunnu raðfestast í fíggjarætlanini fyri 2012 ella 2013.
- Tað fari eg at miðja eftir, leggur hann afturat.
Hann heldur, at tað ræður um at vera til reiðar tá ið fíggjarligt høvi býðst til at fara undir tvær so stórar verkætlanir og tí heldur hann, at tað er umráðandi at fara undir fyrireikingarnar sum skjótast.
Men skulu broytingar gerast í eini býarætlan, er tað ein tilgongd, sum er rættiliga drúgv og sostatt ætlar hann at taka býarætlanina fyri kommununa til viðgerðar rættiliga skjótt.
Í Hoyvík og við Landavegin
Sjálvur er Bogi Andreasen ikki vísur í, hvar tað er rættast og høgligast at staðseta ein langhyl og eitt baðiland, soleiðis sum hann umrøður í hinari greinini her á síðuni.
Men fyribils heldur hann, at ein langhylur hevði ligið væl í Hoyvík.
- Svimjihøll og langhylur vóru partur í Stórutjørn verkætlanini, men hon er skotin út í óvissuna og í øllum førum er greitt, at hon verður ikki av nøkrum tey næstu nógvu árini.
Hinvegin heldur hann ikki, at kommunan kann bíða í óasetta tíð eftir Stórutjørn, men eigur sjálv at taka um endan og byggja ein langhyl.
- Verður hann lagdur í Hoyvík eru góð líkindini til at fáa hita frá SEV- verkinum á Sundi til endamálið.
Ein annar møguleiki er avlopshiti frá brennistøðini á Sandvíkahjalla.
Hann hevur eisini nøkur fyribils boð uppá, hvar eitt baðiland kann vera.
- Ein møguleiki er at gera tað í sambandi við ítróttarverkløgini í Gundadali. Men ein annar møguleiki er eisini at leggja baðilandið í sambandi við nýggju høllini hjá Neistanum við Landavegin, tí vesturbýurin er illa fyri við hentleikum av hesum slagi.
Á hesari leiðini er eisini ein framtíðar skúli staðsettur.
Sjálvur leggur hann stóran dent á, at ein nýggj høll er meiri familjuvinarlig við einum baðilandi og spurningurin er, hvar tað er høgligast at staðseta eitt tílíkt baðiland.










